Í alla nátt hava loftávaringar ljóðað í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, eftir at Russland hevur skotið rakettir eftir býnum.
Tað boðar borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klytjko frá, skrivar Reuters.
Loftverjuskipanirnar hava skotið fleiri av rakettunum niður.
Onki er enn frætt um, hvør skaði er hendur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo