Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Javnstøðunevndin: Sum liður í Femifagnaðinum 2024 bjóðar Javnstøðunevndin øllum vælkomnum í Reinsaríið í Havn týsdagin 5. mars kl. 17 til alment tiltak við framløgum og politiskum kjaki.

Evnið, vit seta í miðdepilin, er arbeiðsbýtið millum kvinnur og menn, bæði á arbeiðsmarknaðinum og við hús. Vit spyrja: Er ójavna arbeiðsbýtið millum kvinnur og menn eitt problem?

Við frágreiðingini um hugburð til javnstøðu í Føroyum, ið varð løgd fram í 2023, kom nógv spennandi undan kavi, bæði um hvat føroyingar halda um javnstøðu, og um okkara atburð mótvegis ymsum viðkomandi viðurskiftum. Okkara kanningar vísa, at hóast kvinnur og menn formliga hava nærum somu rættindi, merkir hetta ikki, at vit hava javnstøðu ella javna umboðan millum kynini. Júst hetta kemur ikki minst til sjóndar, tá vit hyggja nærri at arbeiðsbýtinum millum kvinnur og menn, bæði í mun til løntar og óløntar arbeiðsuppgávur.

Týsdagin 5. mars fara vit saman við serfrøðingum og fólkavaldum at spyrja, hvat er atvoldin til vantandi javnstøðuna í arbeiðsbýtinum millum kynini, og hvørjar eru avleiðingarnar av hesum? Og hvat - um nakað - skal gerast við hendan kynsójavnan?

Skráin:

- Arbeiðsbýtið millum kyn – um hugburð og leiklutir á arbeiðsmarknaðinum
Heri Joensen, Lóður

- Ójavnt arbeiðsbýti - orsøkir og avleiðingar
Erika Hayfield, phd í samfelagsvísind

- Er talan um eitt problem? Og eiga vit at gera nakað við tað?

Politiskt pallborðskjak. Luttakarar:
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í javnstøðumálum
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðar- og barsilsmálum
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, løgtingslimur og fyrrverandi landsstýriskvinna í javnstøðumálum
Jóhan Dahl, løgtingslimur og fyrrverandi landsstýrismaður í javnstøðumálum

Orðstýrari verður Bjørk Maria Kunoy, forkvinna í Javnstøðunevndini.

Øll eru vælkomin í Reinsaríið týsdagin 5. mars kl. 17-19. Tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo