Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Dátueftirlitið: 28. apríl 2022 fekk Dátueftirlitið fráboðan um trygdarbrot frá einum almennum stovni.

Stovnurin hevði sent eitt bræv til skeivan persón. Brævið innihelt viðkvæmar persónupplýsingar. Tann skeivi móttakarin letur stovninum brævið aftur tann 23. apríl. Stovnurin staðfestir 27. apríl, at eitt trygdarbrot er farið fram.

Í viðgerðini av trygdarbrotinum hevur Dátueftirlitið kannað, um stovnurin hevur nøktandi skrivligar mannagongdir til starvsfólkini, so tey vita, hvat tey skulu gera, tá eitt trygdarbrot fer fram.

Dátueftirlitið kom til ta niðurstøðu, at mannagongdin til starvsfólkini var als ikki nøktandi, og at hon ístaðin kundi elva til misskiljingar fyri starvsfólkini, so tey ikki skilja, hvat eitt trygdarbrot er, og ikki skilja álvaran av, at øll trygdarbrot, óansæð hvussu umfatandi tey eru, skulu skjalfestast.

Um greiðar skrivligar mannagongdir vóru til starvsfólkini, so átti trygdarbrotið at verið staðfest tann 23. apríl, tá stovnurin fekk brævið innaftur.

Dátueftirlitið metti tað vera sera álvarsamt, at ein stovnur, sum viðgerð nógvar viðkvæmar persónupplýsingar, ikki hevur nøktandi mannagongdir fyri trygdarbrot. Dátueftirlitið gav stovninum eina álvarsliga átalu og kravboð um at tillaga skrivligu mannagongdirnar til starvsfólkini, soleiðis at tær greitt lýsa hvat eitt trygdarbrot er, og hvat starvsfólkini skulu gera, tá eitt trygdarbrot verður staðfest.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo