Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Etiska ráðið skipar sunnudagin 8. november 2020 kl. 14.30 til 17.00 fyri almennum kjakfundi á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Endamálið við tiltakinum er menna kjakið um etiskar spurningar, sum knýta seg at gentøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju.

Hvat vilja vit vita um okkum sjálvi, og hvat eiga vit at gera við nýggju vitanini?
Stóru frambrotini innan gentøkni krevja, at vit mugu taka støðu til stórar etiskar spurningar, sum ikki áður hava verið á breddanum. Skulu vit til dømis hava alt at vita um, hvørjar arvaligar sjúkur vit eru berarar av? Hvør skal hava atgongd til upplýsingar um okkara ílegur og arvaeginleikar? Og hvussu skulu vit samrøða um slíkar spurningar, tá vitanin og møguleikarnir innan hesa tøkni næstan ongi mørk kennir?

Upplegg og panelkjak
Jógvan Dahl, fyrrverandi lærari og varaskúlastjóri á Skúlanum á Fløtum, fer at stýra fundinum, og tey, sum fara at hava upplegg og at taka lut í panelinum, verða Anne Mette Greve Klemensen, prestur og forkvinna í Etiska ráðnum, Marjun Bæk, prestur emeritus og limur í Etiska ráðnum, Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari fyri FarGen, Svein-Ole Mikalsen, professari í mýlskari lívfrøði, og Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki og limur í Etiska ráðnum.

Skráin sæst at lesa á heimasíðuni hjá Etiska ráðnum www.etiskaradid.fo

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Framløgurnar verða tiknar upp og lagdar á heimasíðuna hjá Etiska ráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo