Hóskvøldið 22. juni kl. 20 skipar Kavaraskúlin fyri almennum fyrilestri um kaving í holum.
Fyrilestrahaldari er føroyski holukavarin Bogi Krossteig.
Bogi fer at vísa áhoyrarunum myndir frá sínari kaving í holum í t.d. Noregi, Fraklandi og USA.
Eisini greiður hann frá um útbúgvingar, útgerð, rebreather, mannagongdir, trygd, kaving við blandingsgassum o.s.fr.
Bogi hevur lovað at taka nakað av sínari holukavaraútgerð við at vísa teimum, ið koma inna á gólv á Kavaraskúlanum hóskvøldið.
Øll áhuga eru meira enn vælkomin og tiltakið er ókeypis. Kaffi/te og okkurt søtt verður at fáa í støðginum.
Fyrilesturin er uml. 1 tíma og møguleiki verður at spyrja spurningar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo