Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Stóra almenna stuðulsrenningin "RAG" (Race and give) er tiltakið á TeenStreet. Tað verður runnið, gingið og trillað, fyri at stuðla einum góðum endamálið.

Rennarar eru vælkomnir at lata seg stuttliga í, vera í festligum klæðum ella lata ymisk landafløgg vera partur av búnunum.

Rutan
Í ár verður RAG renningin nú leygardagin 7. aug. kl. 14-16, í miðbýnum í Havn. Hitað verður upp kl 13.45 og Heðin Mortensen, borgarstjórið setur tiltakið kl 13.55.

Rutan er frá trappuni í Vágsbotni og út á Reyn, niðan eftir Áarvegnum, eftir Vaglinum og oman eftir Sverrisgøtu og Tórsgøtu. Teinurin er 1km.

Framførðskur, andlitsmáling og matur
Umframt renningina, verður ymsikt á skránni, og vóna fyrireikararnir, at nógv leita sær oman í býin at renna, ganga, ella hyggja og heppa.

Við trappuna í Vágsbotni verður stórur pallur settur upp, altjóða lovsangsorkestrið á Teenstreet spælir, og VSJ verður DJ og diskar upp við UPBEAT tónleiki. Frásøgumaður heppar á rennararnar.

Á Ebenezer trappuni verður eisini tónleikur at hoyra, so rennararnir fáa nógvan góðan og lættan tónleik á leiðini.

Fyri áskoðararnar verður andlitsmáling til børnini, og møguleiki verður at keypa eina pylsu. Sum nakað spennandi, so verður vatnkríggj, har áskoðarar kunnu hava vatnpistólir og sproyta eftir rennarunum.

Øll eru vælkomin at vera við
Umframt tey 300 frá TeenStreet leguni, eru onnur eisini vælkomin at renna. Rennifeløgini Bragdið og Hvirlan eru boðin at renna við. Onnur rennifeløg eru eisini meira enn vælkomin at renna við. Onkur rennari ætlar at renna hálvt marathon uppá tveir tímar, so brúk er fyri øllum kreftum at heppa.

Stuðul
Leguluttakararnir finna stuðlar, sum kunnu tekna seg at stuðla – annaðhvørt, við at flyta eina fasta upphædd ella eina upphædd fyri hvørja rundu, ið runnin verður. Ein runda er uml. 1 km. long. Onnur, sum ynskja at stuðla, kunnu gera tað við flyta pengar á eitt kontomummar, sum verður upplýst á stóra pallinum.

- Kom tú og verð við og lita Havnina leygardagin 7 aug.kl.13.45 - 16, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo