Hugskotskappingin um Skúlan á Fløtum er komin at enda, og vinnarin er funnin.
Nú verður vinnandi uppskotið hjá Árna Winther arkitektum, ZETA architects, SMJ og LBF sýnt fram saman við hinum trimum uppskotunum. Fríggjadagin 8. januar kl. 15 verður almenn samkoma í Niels Finsens gøtu 17, 1 hædd (Bankabygningurin).
Borgarstjórin bjóðar vælkomin og umboð fyri dómsnevndina greiða frá dómsnevndarálitinum og høvi verður at síggja tey fýra uppskotini.
Framsýningin er opin yrkadagar kl. 13-17 til 22. januar 2016.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo