Klaksvíkar Sjúkrahús: Týsdagin 21. mai kl. 16 verður skipað fyri móttøku í sambandi við at 3 Tesla MR-skannarin verður tikin í nýtslu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Fólk fáa møguleika at koma inn í MR-kontrollrúmið, sum hevur fult útsýni inn til 3 Tesla MR-kabinuna.
Tiltakið verður í forhøllini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Á skránni vera røður og sjúkrahúsið bjóðar kaffi, djús og okkurt gott afturvið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo