Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Seinnapartin í dag varð skipað fyri móttøku, nú sambýlið í Reynstúni er liðugt. 18 fólk, sum í dag búgva á Eirargarði, fara í næstum at flyta inn í nýggjar góðar umstøður, bygdar júst til teirra tørv. 

Áðrenn móttøkuna varð almenningurin boðin inn á gólvið at hyggja eftir nýggju umstøðunum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, helt røðu, sum kann lesast niðanfyri. 

Eisini heiðraði landsstýriskvinnan Helenu Samuelsen fyri hennara virðismikla arbeiði á brekøkinum í Føroyum.

 Myndir: Ólavur Fredriksen

Røða hildin í sambandi við móttøku á Reynstúni 17.6.24

Góðu tit,

Júst tvey ár eru í dag liðin, síðan Sólvit E. Nolsø, táverandi landsstýrismaður í almannamálum, stóð her á einum berum lendi og setti spakan í til nýtt stásiligt sambýli við Reynstún omanfyri Glyvursvegin her á Argjum.

Hetta var tó ikki fyrsta stigið til hesar karmar, sum sæð í einum søguligum sjónarhorni og fyri okkara menniskjasýni og -virðing í Føroyum hava ein heilt serstakan týdning.

Arbeiðið við og ynskini um hetta heimið ganga nógv ár aftur í tíðina. Við Eirargarði á sinni kom serforsorgin til Føroyar. Við Reynstúni tekur

brekøkið í Føroyum eitt stórt og neyðugt fet inn í nútíðina. Tí er hetta ein sannur hátíðardagur, sum stendur sum varði yvir øll tey mongu og týðandi fet, sum hava verið neyðug á hesi longu leið. Einstaklingar, feløg, avvarðandi og politiski myndugleikin kunnu nú samfegnast. Væl og leingi er sátt, nú verður heystað. Hetta er fyrstu ferð, at bygt verður til málbólkin í Føroyum.

Men fyrst og fremst hevur hesin dagur týdning fyri tykkum 18, sum nú sleppa at flyta inn í hendan stásiliga bygning, og tykkara avvarðandi. Tað hevur ein heilt praktiskan týdning, sum ger at tit fáa røttu og uppibornar heimligar umstøður. Húsfólkið og tykkara kæru, avvarðandi, starvsfólk og vit, sum hava ábyrgd av, at tykkara umstøður eru - ikki bara í lagi, men góðar, kunnu nú hvíla við vitan um, at her fer at vera so gott at vera. Ljóð, ljós, tilfar, útsýnið, uttanumøkið, rúmdin, litirnir – alt hetta, sum arkitektar, ráðgevar, bygginevnd, høvuðs- og undirveitarar hava kýtt seg fyri at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind, skal nú standa sína roynd.

Mín inniliga vón er, at her verður trivnaður fyri øll, her verður gleði og mest av øllum, at her verður eitt heimligt heim við rúmd fyri at vera júst, sum man er.

Fara vit stutt aftur í okkara søgu, so er nýggja sambýlið ikki bert ein stásiligur bygningur og eitt heimligt heim, men ein sólstrála og ein viti og vitni um, at nú skriva vit nýggja søgu í Føroyum, ikki bara fyri tykkum, men eisini og fyri okkum. Tí tað finst nevniliga onki vit og tit - bara vit. Hetta er okkara felagssøga. Her heima skulu okkara egnu fólk hava bestu umstøður. Sjálvandi. Eg kann ikki staðfesta nokk, hvussu týdningarmikið hetta er, og hvussu errin eg eri av at sleppa vera partur av hesum.

Tað er ikki langt síðan, at føroyingar vórðu sendir úr sínum egna heimlandi til eitt fremmant mál, mentan og umhvørvi, langt burtur frá familju og avskorin frá vitjan.

Vit hava fyri stuttum verið partur av degi, tá danska stjórnin gav umbering til teirra, sum vórðu so ómenniskjaliga viðfarin. Hesi sár eru svár at tosa um, og eru við tíðini vorðin til arr, sum eyðmerkja mong og okkara samtíð, samleika og søgu.

Slík arr verða ikki burtur og skulu ikki goymast burtur. Tey skulu vísa okkum á órættin, sum fór fram og minna okkum á okkara skyldu at gera tað betri, og okkara styrki at flyta okkum fram, tá støðan er svár.

Enn eru vit ikki komin á mál við at byggja nøktandi karmar til øll teirra, sum tørva hesar, men við einum vilja og við góðum samstarvi og dugnaligum fólki, sum ikki geva upp, fer eisini tað at eydnast. Og vit eru á rættari kós.

Nógv hava gjørt sítt til, at vit eru komin hartil, sum vit nú eru. Øll tit mongu virðismiklu, sum hava slóðað undan, sendi eg hjartans tøkk.

Ein kvinna, sum hevur megnað júst hetta á serstakan hátt, og sum eg í dag ynski at heiðra, er Helena Samuelsen. Helena hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri fólk, ið bera brek

Helena átti stóran leiklut í at fáa fólk, sum av órøttum vórðu flutt til Danmarkar, heim aftur til okkara, og hon eigur eisini stóran leiklut í, at Eirargarður varð veruleiki.

Helena og maðurin, Hanus sáli, hava verið í Almanna- og mentamálaráðnum og greitt okkum øllum starvsfólkum frá søguligu gongdini og frá tí arbeiði, tey hava gjørt. Tað var rørandi, men eisini bæði gott og neyðugt hjá okkum øllum at kenna søguna fyri soleiðis at kunna byggja betri og vónríkari framtíð. Vit fingu eina gjøgnumgongd av øllum tí skrivaða, tí upplivaða, tí trupla og sára og tí góða. Og vit fingu tað fortalt við slíkari inniligheit, sum bert ein, sum veit, hvat viðkomandi tosar um kann. Tað kom frá hjartanum. Bæði forloysandi og nemandi.

Helena vísir okkum, at hóast eingin kann hjálpa øllum, so kunnu øll hjálpa onkrum, og hava stóra og avgerandi ávirkan á lívið hjá hvør øðrum. Hevði tað ikki verið fyri ágrýtin fólk sum Helenu og aðrar eldsálir, so vóru eingir felagsskapir, so sum Javni og MEGD. Hesi feløg eru bert veruleiki, tí sterkar røddir hava stríðst ótroyttiliga fyri teimum, sum ikki altíð ikki eiga rødd sjálvi, sum hoyrist. Tað krevur ein serliga styrki at megna at tala søk teirra veikastu. At megna at vera røddin hjá teimum, sum so mong ikki geva sær far um at hoyra. Tað er verulig styrki. Og ein styrki, sum Helena og Hanus sáli hava víst.

Nú síggja vit her, sjón fyri søgn, hvat hendir, tá treiskar persónligheitir seta sær mál. Ikki tí tú vildi síggja ein glæsiligan bygning, men tí tú vildi síggja trivnaðin og gleðina í menniskjanum, sum hevur hetta so uppiborið. Helena, takk fyri títt íkast og alt sum tú og Hanus sáli hava givið okkum og okkara samfelagi.

MAP arkitektar hava her megnað at tekna ein heimligan og vakran bygning við góðum tilfari, litum og ans fyri hvørjum smáluti. Takk fyri dygdargott arbeiði, MAP.

Eg fari sjálvandi eisini at takka Articon, sum hevur staðið fyri jørðarbeiði og allari bygging, Mariu Poulsen, sum hevur gjørt HVS og ventilatión og El.fo, sum hava staðið fyri EL og ABA skipan.

Eisini vil eg takka byggiharra, Landsverki, fyri góða verkætlanarleiðslu og gott samstarv, og bygginevndini, fyri at gera eitt gott og krevjandi fyrireikingararbeiði.

Ein tøkk til Løgtingið og allari teirri politisku skipanini fyri at vísa verkætlanini vælvild og fyri vilja at játta pening til verkætlanina.

Til Javna og MEGD, og avvarðandi fyri at koma við góðum ráðum.

Og øllum tykkum, sum hava havt ein virkan leiklut í at fáa hesa verkætlan gjøgnumførda, takki eg hjartaliga.

Ein serliga heilsan skal eisini ljóða til tykkum starvsfólk. Tit hava so ómetaliga stóran týdning og eru óvurderilig. Gjøgnum tykkum fáa fólkini, sum koma at búgva her, ein góðan gerandisdag. Gjøgnum tykkara fakligheit veita tit umsorgan, nærveru, hjálp og alt tað, sum húsfólkunum tørvar. Tit eru sjálvi sjálvt amboðið. Uttan tykkum ongin tænasta. Fortreytin at fáa Reynstún til eitt gott og trygt heim eru tit. Tit kenna fólkini og síggja tað besta í teimum. Vit leggja okkara álit á tykkum at fara væl um hvønn einstakan, júst sum tit altíð hava gjørt. Tit eru gull verd.

Nýggja sambýlið í Reynstúni er eitt merki, ein varði sum lýsir okkara skyldu at vísa, at øll telja við og øll hoyra til her heima hjá okkum. Øll eru virðismikil.

Tað er okkara ábyrgd at tryggja hetta, og eg ætli mær at halda áfram við at arbeiða fyri tykkara trivnaði og eydnu.

Alt tað besta ynski eg tykkum øllum og Harrans signing yvir tykkum øll og tað virksemi, sum her verður.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo