Mikudagin kl. 16 skipar Tórshavnar býráð fyri almennari móttøku av U19-hondbóltslandsliðnum á ráðhústrappuni.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, og Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, halda røður, og Havnar Hornorkestur spælir.
Aftaná verður móttøka fyri leikarunum og innbodnum í Ingálvsstovu á Ráðhúsinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo