Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu tíðina hevur Skálagarður í Klaksvík, sum er stovnur hjá Almannaverkinum, verið umrøddur í fjølmiðlunum.

Almannaverkið hevur fyrr víst á, at ein ósemja er millum leiðaran á Skálagarði og leiðsluna á Almannaverkinum, og at leiðarin á Skálagarði í løtuni er frítikin fyri tænastu. Sambært fyrisitingarrættinum eru tað ávís krøv til viðgerðina av almennum starvsfólkamálum, og hesi krøvini hava við sær, at slík mál ikki kunnu avgreiðast skjótari enn eitt vist.

Í fjølmiðlunum hevur verið sagt, at gerandisdagurin á Skálagarði ikki hevur verið góður, síðani leiðarin á Skálagarði varð frítikin fyri tænastu.

Til hetta skal viðmerkjast, at í sambandi við at leiðarin á Skálagarði varð frítíkin fyri tænastu, setti Almannaverkið eitt fyribils leiðslutoymi á Skálagarði, sum er leitt av Jóhonnu Jancyardóttir, eindarleiðara í Almannaverkinum. Í toyminum eru dugnaligir leiðarar, ið hava drúgvar leiðsluroyndir og drúgvar fakligar royndir innan seinheilaskaða, og sum Almannaverkið hevur fult álit á kunnu lyfta uppgávuna at leiða Skálagarð.

Almannaverkið metir sostatt, at gerandisdagurin á Skálagarði er eins góður í dag, sum hann var undan ósemjuni, og at starvsfólkini á Skálagarði veita búfólkunum somu tænastu, sum tey vanliga gera.

Um búfólk eru órógvaði av, at leiðarin á Skálagarði er frítikin fyri tænastu í løtuni, eru bæði ein dugnalig leiðsla og góð starvsfólk, sum kunnu taka hond um búfólkini.

Vísandi til at tað er trupult at manna størvini á Skálagarði, starvast í løtuni 3 starvsfólk frá donskum vikarbureau á Skálagarði. Talan er um roynd starvsfólk, sum eru væl mótikin av leiðslu og starvsfólki á Skálagarði.

Almannaverkið harmast íkomnu støðuna viðvíkjandi Skálagarði. Vísandi til at talan er um eitt starvsfólkamál, ber tað í verandi løtu ikki til at siga nágreiniliga, nær ein endalig niðurstøða kann verða gjørd í málinum. Miðað verður tó ímóti at avgreiða málið sum skjótast og uttan ógrundaðan steðg.

Hjørdis Mortensen
depilsstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo