Almanna- og mentamálaráðið: Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at veita seks verkætlanum stuðul av játtanini til yrkisleiklist í 2024.
Endamálið við játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.
Hesar verkætlanir fingu stuðul:
Navn á umsøkjarum | Verkætlan | Játtan |
Dansivirkið Riva | Kanska ein bygd | 190.000 |
Trín fram | Løstir - ein nýskrivaður leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið | 150.000 |
Det Ferösche Compagnie | Trælurin | 80.000 |
Opera.fo | Papageno | 70.000 |
Gunnvá Zachariasen | Upphav | 90.000 |
Leikhús Skift | Lortið út um Havnina | 70.000 |
| íalt | 650.000 |
Tilsamans vóru níggju umsóknir, og søkt var um 1,7 mió. kr. Játtanin er 650 tús. kr.
Tað er Leiklistaráðið, sum viðgerð umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýriskvinnuna sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo