Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-060/2024, eftir § 52a í tingskipanini, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um kunning um fráveru á miðnámi vegna vánalig veðurlíkindi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin tryggjað sær, at mannagongdirnar í sambandi við fráveru vegna vánaligt veður eru greiðar á miðnámi?
2. Er kunningin til næmingarnar greið og nøktandi á øllum miðnámsskúlum, tá tað kemur til fráverureglur?
3. Vita allir miðnámsskúlanæmingar í Føroyum av, at skjalprógvað sjúka og vánalig veðurlíkindi sum orsøk til fráveru ongantíð kann gerast grundarlag fyri ávaringum ella burturvísingum frá miðnámsútbúgvingum?
Svar
Til 1: Skyldan at møta til undirvísing á miðnámi er ásett í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 18. desember 2015, umframt í kunngerð nr. 9 frá 22. januar 2013 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum seinast broytt við kunngerð nr. 118 frá 19. juli 2019 og kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2013 um lestrar-og skilhaldsreglur í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar við hartil hoyrandi kunngerðum, rundskrivum og skilhaldsreglum einstaka skúlans, byggja á ta meginreglu, at næmingur skal vera til staðar og virkin í undirvísingini, fyri at stuðla undir støðugu fakligu menning næmingsins.
Tað áliggur sambært kunngerð leiðara útbúgvingarstovnsins at gera reglur um at vera tilstaðar og virkin.
Ásetingar eru í kunngerðum, sum taka hædd fyri ávísum sløgum av fráveru t.d. sjúku og úrvalsvirksemi. Í løtuni eru ikki ásetingar, sum taka hædd fyri fráveru, tá veðrið ávirkar samferðsluna.
Allir miðnámsskúlar hava sínar egnu lestrar- og skilhaldsreglur. Á flestu miðnámsskúlum eru mannagongdir við talgildari undirvísing, tá ferðasambandið er ávirkað. Tað er ikki altíð sett í lestrarog skilhaldsreglurnar. Tá samferðslan avlýsir høvuðsleiðirnar, verður undirvísingin løgd á ein talgildan pall t.d. Teams.
Flestu miðnámsskúlar hava ítøkiligar innanhýsis mannagongdir fyri fráveru vegna vánaligt veður.
Til 2: Flestu miðnámsskúlar hava skipaðar mannagongdir við at undirvísing verður flutt á talgildan pall, tá samferðslan avlýsir høvuðsleiðir, og skúlin velur at skipa undirvísing á t.d. Teams.
Kunning um hesar mannagongdir er í nøkrum førum sett í skilhaldsreglur skúlans, og í øðrum førum latin næmingum sum onnur kunning.
Tá ein skúli vegna veður velur at skipa undirvísing á t.d. Teams, verður hetta eisini samskift til næmingarnar umvegis heimasíðu og á internum samskiftispalli.
Í teimum førum at skúli hevur skipað undirvísing, og samferðsla annars er avlýst, tá kemur fyri, at næmingar ikki fáa møtt. Her hava skúlar eisini mannagongdir, har hædd verður tikið fyri viðurskiftum sum t.d. samferðslu.
Til 3: Tað áliggur leiðara útbúgvingarstovnsins sbrt. bæði lóg og kunngerðum at kunna um reglur og mannagongdir á stovninum.
Somuleiðis má tað í framhaldi av hesum eisini liggja ein ábyrgd á teimum lesandi um at halda seg kunnaðan um reglur og mannagongdir, sum avvarðandi skúli hevur.
Eingin skúli eigur at seta í verk agatiltøk móti einum næmingi, ið hevur fráveru orsakað av, at samferðslan er avlýst vegna veður ella vegna skjalfesta sjúku.
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo