Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-084/2023 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, eftir § 52a í Tingskipanini, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um næmingafráveru í miðnámsskúlum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er ongin mannagongd ella kunngerð í miðnámsskúlaskipanini, sum tekur hædd fyri lógligari fráveru t.d. vegna veður, har fjarundirvísing er møgulig?
2. Verður hædd tikin fyri teimum, sum búgva langt frá miðnámsskúlanum, tá tað kemur til fráverukrøv, koyring og uppmøting í miðnámsskúlunum í Føroyum?
3. Eru reglurnar tær somu í øllum miðnámsskúlunum í Føroyum?
4. Kann eitt eyka trýst ikki liggja á næmingum, sum ferðast langan veg til og frá skúla, tá hædd ikki verður tikin fyri, at bussar eru seinkaðir, avlýstir v.m.?
5. Er ongin felagskunngerð fyri alt miðnámsskúlaøkið, sum tekur hædd fyri øllum faktorum í sambandi við skúlagongd og uppmøting í miðnámsskúlunum í Føroyum?
Svar
Til 1: Skyldan at møta til undirvísing á miðnámi er ásett í Løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 18. desember 2015, umframt í Kunngerð nr. 9 frá 22. januar 2013 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum seinast broytt við kunngerð nr. 118 frá 19. juli 2019 og Kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2013 um lestrar- og skilhaldsreglur í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Yrkisútbúgvingarnar hava eisini ásetingar um fráveru í kunngerð nr. 83 frá 4. juni 2013 um felagsreglur á yrkisnámi, sum seinast broytt við kunngerð nr. 121 frá 19. juli 2019.
Við heimild í kunngerð um lestrar- og skilhaldsreglur er eisini eitt rundskriv, ið heitir á skúlar um at gera reglur um fráveru hjá næmingum, sum umboða Føroyar í altjóða kappingum ella tiltøkum í ítrótti, list ella mentan.
Løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar við hartil hoyrandi kunngerðum, rundskrivum og skilhaldsreglum einstaka skúlans, eins væl og omanfyri nevnda kunngerð um yrkisnám, byggja á ta meginreglu, at næmingur skal vera til staðar og virkin í undirvísingini, fyri at stuðla undir støðugu fakligu menning næmingsins.
Tað áliggur sambært kunngerð leiðara útbúgvingarstovnsins at gera reglur um at vera tilstaðar og virkin, og eru næmingar á yrkisnámi og lærlingar eisini fevndir av skilhaldsreglunum í einstøku skúlunum.
Ásetingar eru í kunngerðum, sum taka hædd fyri ávísum sløgum av fráveru t.d. sjúku og úrvalsvirksemi. Í løtuni eru ikki ásetingar, sum taka hædd fyri fráveru, tá veðrið ávirkar samferðsluna.
Mannagongdir um fjarundirvísing og fráveruskráseting eru ásettar í skilhaldsreglum einstaka skúlans.
Til 2 og 3: Sum nevnt omanfyri hava allir miðnámsskúlar egnar lestrar- og skilhaldsreglur. Í fýra av miðnámsskúlunum hava lestrar- og skilhaldsreglurnar mannagongdir við talgildari undirvísing, tá
ferðasambandið er ávirkað. Tá samferðslan avlýsir høvuðsleiðirnar, verður undirvísingin løgd á ein talgildan pall t.d. Teams.
Í teimum førum, at talan er um yrkisútbúgving, har tað ætlandi skuldi vera praktisk undirvísing á verkstað, t.d. timbur, el, smíð og líknandi, er ikki rættiliga møguligt at gera undirvísingina talgilda.
Ein skúli hevur ikki skipaða talgilda undirvísing, tá veðrið órógvar samferðsluna, men hevur aðrar mannagondir í sambandi við fráveru, tá ferðasambandið er avmarkað orsakað av veðrinum. Hetta er galdandi bæði fyri gymnasialu útbúgvingarnar og yrkisútbúgvingarnar.
Mannagongdir í sambandi við at skipa talgilda undirvísing, tá veðrið ávirkar samferðsluna, eru tískil ikki heilt eins, men heldur tillagaðar til umstøðurnar í einstaka skúlanum.
Til 4: Tá tað er ein meginregla, at næmingar skulu vera til staðar og virknir, hevur tað eisini stóran týdning, at fráveruskráseting í skúlunum er røtt og álítandi. Uppgávan hjá tí, sum skal skráseta fráveru, er heilt einfalt at staðfesta, um næmingur er til staðar ella ikki.
Einstøku skilhaldsreglur skúlans eiga tí eisini at taka hædd fyri, at næmingar ikki skulu føla seg trýstar at fara við bili, tá veðrið ávirkar samferðsluna, ella tá myndugleikar ráða frá koyring.
Tað er umráðandi, at skúlar eisini megna at vísa forstáilsi og beinasemi mótvegis teimum næmingum, sum eru forðaðir at møta orsakað av avlýsingum ella seinkingum – Í teimum førum, har næmingurin ikki sjálvur hevur ávirkan á, um hann megnar at møta, ella møta rættstundis.
Eingin skúli eigur at seta í verk agatiltøk móti einum næmingi, ið hevur fráveru orsakað av, at samferðslan er avlýst vegna veður.
Til 5: Kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2013 um lestrar- og skilhaldsreglur í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum hevur til endamáls, at næmingurin skal røkka málinum við útbúgvingini, og stuðla undir eitt munagott undirvísingarumhvørvi. Kunngerðin fevnir í høvuðsheitum um ásetingar um lestrarvirkni, og karmarnar fyri skilhaldsreglum og agatiltøkum.
Kunngerðin ásetur, at tað er leiðarin í einstaka skúlanum, sum ger lestrar- og skilhalsreglur skúlans, og setur kunngerðin karmarnar fyri, hvat lestrar- og skilhalsreglurnar skulu innihalda.
Í stuttum kann sigast, at skilhaldsreglurnar skulu lýsa:
• Skyldu næmingsins at vera til staðar, virkin, fyrireikaður og luttakandi.
• Skyldu næmingsins at lata inn skrivlig avrik og annars taka lut í øllum undirvísingartengdum virksemi.
• Reglur um atferð, samveru og virðing vm.
• Mannagongdir í sambandi við handfaring og viðgerð av næmingafráveru.
• Hvørji tiltøk leiðari útbúgvingarstovnsis kann seta í verk móti næmingi
Eisini er ásett í kunngerð nr. 83 frá 4. juni 2013 um felagsreglur í yrkisnámi, at leiðari útbúgvingarstovnsins ger reglur um at vera tilstaðar og virkin, og eru næmingar á yrkisnámi og lærlingar eisini fevndir av skilhaldsreglunum í einstøku skúlunum.
Tað er leiðarin í einstaka skúlanum, sum ger lestrar- og skilhalsreglur skúlans. Landsstýrismaðurin góðkennir skilhaldsreglurnar.
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo