Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tann seinasta av teimum seks Vestas vindmyllunum hjá Vindrøkt er nú reist.

VP hevur spurt Jóhan í Niðristovu, stjóra í Vindrøkt, um hvat føroyski el-brúkarin kann vænta sær frá verkætlanini hjá Røkt og Effo.

Jóhan í Niðristovu sigur við VP, at útbyggingin av vindorkumáttinum er eitt neyðugt stig á grønu kósini.

- Harumframt vil henda verkætlan geva eitt positivt íkast til búskapin frá byrjan, tí vindmyllurnar hava ein sera lágan el framleiðsluprís í mun til elorku framleidda úr olju.

- Eisini um bara ein partur av elorkuni kemur til høldar í einum skiftistíðarskeiði, meðan vit bíðað eftir eini pumpuskipan.

Jóhan í Niðristovu heldur, at talan er um eina sólskinssøgu.

- Tí við hesi verkætlan útbyggja vit enn einaferð grønu orkukeldurnar. Og vit hjálpa harvið til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi samstundis um vit gagnnýta natúrliga tilfeingið uttan at dálka.

- Vindrøkt vil við hesi verkætlan stuðla undir, at Føroyar gerast sjálvbjargnar við orku og samstundis til ein lægri prís fyri brúkaran, sigur Jóhan í Niðristovu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo