1. november er allahalgannadagur, tá vit minnast tey sum eru farin á sjónum.
Vanligt er, at minningarhald eru ymsastaðni kring landið, eins og eitt alment hald er á Vinnuháskúlanum sum Sjómansmissiónin skipar fyri. Løgmaður heldur talu og kransur verður lagdur við minnisvarðan í Viðarlundini í Havn. Eisini er guðstænasta í Havnar kirkju.
Í ár er ongin deyður á sjónum í sínum yrki síðani seinasta allahalgannnadag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo