Betesda: Tað verður høvi hjá teimum, ið ikki duga føroyskt so væl, men skilja enska málið, at koma til møtini í Badmintonhøllini á hvítusunnu og har fáa boðskapin við, tí øll møtini verða tulkað til enskt.
Í eina tíð hevur Betesda havt eina tulkingartænastu, ið umsetur regluligu møtini, sum eru í Betesda sunnudag kl. 11 og kl. 18 og mikukvøld kl. 20.
Henda tænasta verður nú eisini veitt á øllum samfelagsmøtunum í Badmintonhøllini um hvítusunnuna.
Sostatt liggur væl fyri at bjóða persónum, ið ikki duga føroyskt so væl, men skilja enska málið, at koma á møtini í Badmintonhøllini á hvítusunnu, tí øll møtini verða tulkað til enskt.
Hjartaliga vælkomin :)
---
We wish you heartly welcome to attend the services in Badmintonhøllin this weekend, where all services will be translated to english. Headsets for the translation are available – please don’t hesitate to ask the recipients in the foyer.
Heartly welcome :)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo