Sjómannadagur: Fyrilestur á Skúlatrøð fyriskipað av Føroya Sjómannadegi verður á Skúlatrøð, týsdagin 13. august kl 19.30.
Støðan hjá línuflotanum
Eftir mong ár við minni góðum úrslitum, royndist 2018 betur fyri línuflotan. Hetta skyldast í stóran mun størri veiða, hægri prísir og eina loypandi umlegging frá ísfiskalínuskipum til frystilínuskip.
Bjarni Arnason frá NUMO leggur tøl fram um gongdina í línuflotanum síðani fiskidagaskipanin kom í gildi.
Alivinnan og fiskivinnan – ein samanbering av umstøðunum í hesum vinnum
Talan er um tvær ymiskar, men týðandi vinnur í føroyska búskapinum. Umstøðurnar hjá hesum vinnum verða lýstar og víst verður á týðandi líkheitir og frávik.
Framløga frá Símun Absalonsen og Arna Poulsen, sum báðir arbeiða hjá NUMO.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo