Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Endamálið við at fyrireika Sjúkrahúsverkið til universitetssjúkrahús, er partur av menningini av Sjúkrahúsverkinum, sum eisini kemur okkara sjúklingum til góðar. Gransking vísir, at sjúkrahús, sum raðfesta, at teirra heilsustarvsfólk fáa umstøður og tíð til gransking og undirvísing, hava eina betri sjúklingaviðgerð.

Arbeiðsbólkurin er sannførdur um, at eitt universitetssjúkrahús fer at vekja áhugan hjá fleiri læknum og øðrum heilsustarvsfólki at starvast í Sjúkrahúsverkinum. Harumframt er Føroyar eitt lítið land. Tí er tað lættari at gera landsfevnandi heilsugransking her enn í øðrum londum. Eisini eru ávís viðurskifti serføroysk. Um eingin granskar í hesum viðurskiftum, verður eingin vitan um serføroysku fyribrigdini.

Í arbeiðsbólkinum vóru: Steinar Eirikstoft, Tummas í Garði og Gunnbjørg Guttesen fyri Sjúkrahúsverkið, Magni Mohr og May-Britt Skoradal fyri Fróðskaparsetrið og Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, fegnast um at hava fingið álitið um universitetssjúkrahús. Soleiðis segði landsstýriskvinnan eftir handanina:

- Við hesum álitinum, kann eg fara undir arbeiðið at skipa universitetssjúkrahús við heilsuvísindaligari gransking og førleikamenning, sum ásett í samgonguskjalinum. Eg fari at gera alt fyri, at tilmælini í álitinum verða fylgd, og at peningur verður raðfestur longu í komandi árið, til at fyrireika Sjúkrahúsverkið til universitetssjúkrahús.

Álitið kann takast niður her: Álit um universitetssjúkrahús

Niðanfyri verður nomið við nøkur av tilmælunum í álitinum:

Ein løgfrøðilig eind í Sjúkrahúsverkinum
Arbeiðsbólkurin mælir til, at arbeitt verður fram ímóti, at tann parturin av rakstrinum í Sjúkrahúsverkinum, ið fevnir um uppgávurnar hjá einum universitetssjúkrahúsi, tað vil siga heilsugransking, undirvísing og útbúgving, verður skipaður, sum ein løgfrøðilig eind í Sjúkrahúsverkinum.

Í sambandi við at fyrireika Sjúkrahúsverkið til universitetssjúkrahús, mælir arbeiðsbólkurin til, at Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum verður styrkt við neyðugum stuðulsfunktiónum. Tá ið hetta er gjørt, verður mælt til at seta pening av á fíggjarlógini til heilsugransking í Sjúkrahúsverkinum.

Samstarv millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið
Ein avtala má gerast ímillum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um samstarv viðvíkjandi heilsugransking, útbúgving og vitanardeiling.

Mælt verður til at menna Sjúkrahúsverkið sum undirvísingar- og útbúgvingarstað og at stimbra PhD-útbúgvingar innan heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum. Álitið um læknaútbúgving eigur at verða dagført og støða eigur at verða tikin til, um læknaútbúgving skal setast á stovn á Fróðskaparsetrinum. Eisini eigur ein greining at verða gjørd av, hvør tørvur er á heilsufakligum útbúgvingum annars í Føroyum.

Umstøður og útgerðNeyðugt verður at raðfesta rannsóknarstovurnar í Sjúkrahúsverkinum, so hesar kunnu virka sum sokallaðar granskingar-rannsóknarstovur. Harumframt er neyðugt at byggja eitt simuleringshøli til undirvísing í heilsufakum og til heilsugransking í Føroyum. Eisini er neyðugt at byggja ein fyrilestrarsal til undirvísing í Sjúkrahúsverkinum.

Fíggingarleistur
Arbeiðsbólkurin mælir til, at miðað verður ímóti, at Sjúkrahúsverkið í 2030 skal nýta 1% av samlaðu rakstrarútreiðslunum til heilsugransking og 1% til undirvísing og útbúgving. Tað vil siga, at fyrstu 3 árini verða raðfestar 1,8 mió.kr. til heilsugransking árliga, og næstu 4 árini 1 mió.kr. um árið. Til undirvísing og útbúgving eiga 200 t.kr. at verða raðfestar fyrstu 3 árini og síðani 1 mió.kr. um ári næstu 4 árini.

Mælt verður harumframt til, at arbeitt verður fram ímóti, at ein partur av fíggingini til heilsugransking verður við uttanhýsis fígging, og at arbeitt verður fram ímóti at umskipa arbeiðstíð í klinikk í Sjúkrahúsverkinum til granskingartíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo