G!: Tað er okkurt púra serstakt við røddini hjá Filipi, og evnini at skriva løg og at framleiða eru eisini ómetaliga góð.
Filip Mortensen er ein maður, sum við øllum sínum verkætlanum hevur ljóðað, sum nakað, ið burdi verið heimskent. Hann líkist eisini eini rokkstjørnu og hevur gjørt tað síðani fyrstu fetini inn á føroyska tónleikapallin við bólkinum The Story Ends. Fyrstu fetini uttanlands vóru í endadystinum í Global Battle of the Bands við Lady Fire, sum annar av tveimum í The Ghost við altjóða útgávusáttmála, og sum partur av Lover Lover, ið var landaplága her heima.
Tað er okkurt púra serstakt við røddini hjá Filipi, og evnini at skriva løg og at framleiða eru eisini ómetaliga góð.
Alias Morera er nýggjasta verkætlanin, sum Filip Mortensen er partur av. Fyrsta staklagið Laredo er longu tráspælt í føroyskum útvarpi.
Framførslan á G! verður einki mætari enn ein frumframførsla her heima á klettunum.
Tað verður eftir-punk hugburður blandaður við popptónleiki. Vit gleða okkum at uppliva hesar nýggju tónar frá Alias Morera á G!
Sjey føroysk nøvn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, har onnur føroysk kunngjørd nøvn higartil eru Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivør.
Fylg við, tá ið vit dagliga kunngera eitt spennandi føroyskt tónleikanavn. Atgongumerkir eru til keyps á www.gfestival.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo