7 ára gamli Alexandur á Stongunum gjørdist herfyri borgari nummar 2.000 í Vága Kommunu. Honum dámar væl í Sandavági, og tað gera foreldur hansara, Sigga á Stongunum og Magnus á Stongunum, eisini.
Borgarstjórin í Vága Kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen er fegin um, at fólkatalið í Kommununi veksur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo