Ein viðmerking frá mær, nú nógv verður skrivað um nýggja MR-virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
At fáa nýggja MR-virksemið upp at standa, hevur verið ein sera stór uppgáva. Nógv arbeiði er avgreitt, og okkurt er Sjúkrahúsverkið enn ikki komin á mál við.
Ein av uppgávunum, sum vantar enn, er prostata skanningar.
Starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum arbeiða miðvíst við at koma á mál við hesum og fær hetta arbeiðið dyggan stuðul frá okkum øllum í leiðslubólkinum fyri Sjúkrahúsverkið.
Enn verður skannarin ikki nýttur til fulnar, men tað verður arbeitt miðvíst fram ímóti hesum, so borgarar kunnu fáa øll sløg av skanningum bjóðaðar í Føroyum.
Vit síggja fram til, at allar viðkomandi skanningar kunnu leggjast í fasta legu í Føroyum, eisini prostata.
Alexandra á Dul
Sjúkrahúsverkið
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo