Alex Johannesen úr Eysturskot og Jóannis Joensen úr Sunda Byrsufelag gjørdust leygardagin føroyameistarar í ávikavist trap og skeet leirdúgvuskjóting.
Trap kappingin bleiv avgreidd á nýggju breytini hjá Eysturskot úti á Vík í Leirvík, og her vísti Alex frá byrjan styrki, og varð hann fremstur áðrenn finaluna. Men í finaluni fekk hann harða kapping frá Johnhard Klettheyggj, og tað varð ikki fyrr enn seinastu 5 dúgvurnar skuldu skjótast, at Alex fór framum. Á 3. plássi bleiv royndi trap íðkarin Finn Ludvig.
Unglinga kappingina í trap vann Bartal Klettheyggj frammanfyri Hákun G. Heinesen. Báðir eru byrjaðir at íðka leirdúgvuskjótingin hetta seinasta árið, og er hetta fyrsta FM kapping teir luttaka í.
Skeet kappingin bleiv avgreidd á breytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála. Eftir innleiðandi umførini lá Jóannis á einum 5. plássi, men Jóannis er ein sterkur finalu íðkari, og finaluna megnaði hann at vinna 2 dúgvur frammanfyri nærmasta kappingarneytan, sum varð Jóhann Fløtt. Nummar 3 gjørdist Tórur Fløtt, sum hevur royndir á føroyska skeet landsliðinum.
Unglingakappingina í skeet vann Jóhann Fløtt greitt, nummar 2 gjørdist Leivur Joensen og nummar 3 bleiv Marjus Debes. Líka sum í unglinga kappingini í trap, er hetta fyrsta FM kappingin ið hesir báðir seinastu luttaka í.
Úrslit trap
1. Alex Johannesen
2. Johnhard Klettheyggj
3. Finn Ludvig
4. Jón Jacobsen
5. Jeppe Sommer Bruun
6. Esmar Joensen
7. Kári Joensen
8. Jónstein Johannesen
9. Oddmar Dam
10. Bartal Klettheyggj (U)
11. Høgni Guldbro Jósleivsson
12. Sigurd Rasmussen
13. Per S. Hansen
14. Djóni Lava Olsen
15. Hákun G Heinesen (U)
Úrslit skeet
1. Jóannis Joensen
2. Jóhann Fløtt (U)
3. Tórur Fløtt
4. Herleif Hammer
5. Jógvan Egholm
6. Gunnar Sjúrðarson Knudsen
7. Sjúrður Knudsen
8. Jógvan Højgaard
9. Leivur Joensen (U)
10. Ragnar við Streym
11. Marjus Debes (U)
12. Óla Christian Debes
13. Hávarður Fjallstein
14. Pól Jóhannus Smith Jensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo