Aldumátarin vestanfyri hevur ikki virkað í langa tíð og onki hoyrist um hetta, uttan at menn sínámillum undrast á, hví onki hendir.
Í ár 2012-13 klandraðust stovnar um, hvør skuldi gjalda, men eg meini ein loysn var funnin?
Fiskivinnutjóð og smábátar, ið ynskja at kunna seg um faktisku umstøðurnar, áðrenn farið verður avstað, so sær út til at tey ráðandi í hesum landi hava gloymt hvørjum vit liva av.
Ein sjálvfylgja skuldi tað eisini verið, at ein aldumátari skuldi verði lagdur út norð-vestanfyri. Har hevur ongantíð verið nakar, men tað kostar helst ov nógv hjá fiskivinnutjóðini.
Um ikki annað burdu teir rigga, ið eru lagdir út.
sjómaður
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo