FSF: Tríggir dystir eru á skránni, tá U15-landsliðið við dreingjum mánamorgunin fer avstað til Tirana í Albania, har UEFA menningarkapping er á skránni næstu dagarnar.
Umframt Føroyar og vertslandið, vera San Marino og Bosnia-Hersigovina eisini við í kappingini.
Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U15 dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Jens Eriki Rasmussen, hevur hann úttikið 18 spælarar til kappingina.
Hesaferð eru B36 og Víkingur best umboðað á U15-landsliðnum við dreingjum við ávikavist fimm og fýra spælarum. Tríggir eru úr KÍ, tveir úr EB/Streymi, meðan 07 Vestur, HB, Skála, umframt Hvidovre IF úr Danmark hava ein spælara í hópinum.
Hópurin
Sámal Nolsøe, 07 Vestur
Carl Christian Codron, B36
Tóki Bárðarson Dahl, B36
Mattias Høgnason Viderø, B36
Sveinur Høgnason Vesturdal, B36
Filip Bendix Laursen, B36
Ísak Peturson Olsen, EB/Streymur
Marius Jónsson, EB/Streymur
Jónas Fossabrúgv, HB
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)
Emil Poulsson Linklett, KÍ
Andrew Poulsen, KÍ
Markus í Mittúni, KÍ
Elias Justinus Begerau, Skála
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Emil Ludvig, Víkingur
Boas á Reynatrøð, Víkingur
Dystaskráin
Mikudagin 23. okt. Albania – Føroyar
Fríggjadagin 25. okt. Bosnia-Hersigovina – Føroyar
Mánadagin 28. okt. Føroyar – San Marino
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo