Hetta er eitt neyðarróp, bæði frá føroyskum forbrúkarum og turistum!
NÚ má henda nakað alvorligt við vegum og brúgvum í Føroyum. Viðlikahaldið skal gerast nú, um enn so heilt risastór lántøka skal brúkast til projektið.
At byggja og projektera uttan kontinuerligt viðlíkahald er sum at kopiera tær herostratisku sovjettisku óvanarnar, har samfelagið fekk fíggjarligt forstoppilsi og stagneraði.
Man bara investerar, men reparerar og konsoliderar slett ikki!
Fremsta málið, eftir at tær socialu ábøtur eru gjørdar, má vera totalt gjøgnumførd endurnýgging av okkara veganeti sum er í katastrofalum standi.
Vegirnir eru ikki bara vánaligir fyri bilarnar, men beinleiðis lívsfarligir fyri sjálva persónferðsluna.
Hetta mál má fáa fyrsta prioritet beint nú.
Endurnýggið vegirnar!
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo