Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Áki Johannesen úr B68 avloysir Samuel Chukwudi til U21-landsdystin móti Andorra, sum verður í Klaksvík fríggjadagin - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Seinnapartin mánadagin fór U21-landsliðið, við Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen á odda, undir fyrireikingarnar til fyrsta EM-undankappingardystin í hesum umfarinum.

Fríggjadagin tekur føroyska liðið ímóti Andorra við Djúpumýru í Klaksvík, men tað verður uttan risan í verjuni, Samuel Johansen Chukwudi úr HB. Samuel stríðist við ein vøddaskaða, og verður tískil ikki tøkur til komandi uppgávu.

Í staðin hevur Eyðun Klakstein, venjari, sent boð eftir Áka Johannesen úr B68.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Andorra verður við Djúpumýru í Klaksvík fríggjadagin 16. juni klokkan 18:00. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.

Hini londini í bólkinum eru Portugal, Kroatia, Grikkaland og Hvítarussland.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo