Eftir fýra ár í Íslandi hevur evnaríki vestmenningurin nú hug at royna nýggjar avbjóðingar.
Áki Egilsnes flytir til Týsklands 1. august, har hann skal spæla fyri felagið EHV Aue, sum spælir í aðru bundesligaini, ella næstbestu deildini í Týsklandi.
- Tað er eitt spennandi land og í Týsklandi er hondbóltur ein rættuliga stór ítróttargrein. Tað er eisini ein dreymur at kunna liva av hondbólti nú, sigur Áki Egilsnes við VP.
Sáttmálin varð undirskrivaður fyrradagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo