Eg skilji tó ikki tína argumentatión.
Í míni verð er tað beinleiðis ein løtt søk, at forða fyri áganginum frá Sea Shepherd og teirra leigusveinum.
1.
Vit hava eina grindalóg, ið uttan størri hóvasták kann víðkast, møguliga við kunngerð, soleiðis, at grindaøkið - eisini í loftrúminum- eitt nú kann verða 5 fjórðingar ístaðin fyri, sum nú, 1 fjórðing.
Og sjálvandi skal tað verða sýslumaðurin, ið varðar av grindalógini á staðnum.
2.
Í 2015 varð kunngerð sett í gildi, ið ásetti, at skip og bátar hjá SS ikki sleppa inn un 3 fjóðringa markið kring oyggjarnar.
Tann kunngerðin kann lættliga víðkast til eisini at umfata annan aktivitet hjá aktivistum hjá Sea Shepherd.
Avgjørt hevur lóggevandi valdið, ið tú er partur av, neyðugu møguleikarnar at steðga “fananskapinum”, men tað krevur politiskan vilja, eisini frá tær.
Viðvíkjandi toyminum, tú nevnir, finst hetta longu. Nógvir sjálvboðnir føroyingar fylgja av sínum eintingum við hesum fólkum.
Tey fólkini vita tað, ið neyðugt er at vita, til tess at tit, sum mundugleiki, fáa steðga teirra ólógliga virksemi!
Samstarva við tey!
Skal at enda staðfesta, at eg als ikki eri ímóti, at grindaveiða verður avmyndað ella videostaðfest, tí vit hava einki at goyma.
Men tað skal IKKI loyvast fólki, hvørs einasta endamál er at skaða okkara land og okkara umdømi.
Magnus Hansen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo