Mánakvøldið sendi nevndin fyri Áhugafelagið ”Lutaíbúðir” skrivið niðanfyri til allar teir politisku flokkarnar í Føroyum við umbøn um fund:
”Bústaðarpolitikkur.
Sum tykkum kanska er kunnugt, varð felagsskapur stovnaður fyrr í ár fyri at ganga undan at bøta um bústaðarviðurskiftini í Føroyum og kanska serliga í miðstaðarøkinum, har serliga trupult er at finna hóskandi bústað, sum fólk kunnu fáa til leigu ella til ognar.
Í tí sambandi biðja vit í Áhugafelagnum "Lutaíbúðir" um fund við umboð fyri tykkara flokk fyri at frætta, hvør tykkara íbúðapolitkkur er, serliga viðvíkjandi lutaíbúðum (endurgeving liðug)”.
Í skrivandi stund hava tveir flokkar svarað skrivinum, og fundur er avtalaður við annan flokkin.
Nú verður spennandi at síggja, hvat fer at spyrjast burturúr yvirhøvur, tí enn bíða vit spent eftir svari frá hinum flokkunum og eftir, um teir fara at greiða okkum frá teirra bústaðarpolitikki.
Virðingarmest,
Áhugafelagið ”Lutaíbúðir”
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo