Nú fáir dagar eru eftir til jóla, heitir Heimafriður á kommunur og reiðarí um at skipa so fyri, at jólafriður verður á jólum.
Tíverri eru tað fleiri, sum stúra fyri jóladøgunum.
Í fjør og undanfarin ár hevur verið so nógvur gangur frá skipum í ávísum havnum, at fólk ikki hava fingið heimafrið á jólum.
Undanfarin ár hava summi verið so sperd av ganginum, at tey hava verið noydd at flýggjað úr egnum heimi um høgtíðina.
Felagið heitir aftur í ár staðiliga á at finna loysnir, ið tryggja fólki jólafrið.
Nevndin í felagnum Heimafriður
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo