Í stillu viku hava fólk fleiristaðni frá boðað Heimafriði frá larmi frá skipum. Heimafriður undrast á, at skip liggja og larma óneyðugt og oyðileggja bæði náttar- og páskafriðin hjá fólki. Felagið heitir á kommunurnar um at steðga larminum.
Heitt verður serliga á Tórshavnar- og Runavíkar kommunur um at tryggja øllum borgarum sínum frið fyri larmi frá skipum.
Síðani Heimafriður varð stovnað í 2018, hava verið batar at sæð, men enn kemur tað alt ov ofta fyri, at skip liggja og larma óneyðugt. Framvegis taka kommurnar og reiðaríini ikki nóg stór atlit til tey, sum búgva nær bryggjuøkjunum, og enn koma regluliga klagur um larm av slíkum slagi, sum órógvar heimafriðin og náttarhvíldina hjá fólki.
Nevndin í felagnum Heimafriður
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo