Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Dagstovnaráðið saknar framsøkni og raðfesting av børnum og námsfrøðingum á dagstovnaøkinum í fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum. Her er greitt, at ongar ætlanir eru um at taka inn fleiri námsfrøðingalesandi í 2022. Mentamálaráðharrin hevur í fleiri førum borið fram, at tey í komandi fíggjarlóg fara at raðfesta, at Fróðskaparsetrið skal taka inn námsfrøðingar tvær ferðir um árið: “Vit ætla, at frá komandi januar/februar, skal eitt hold verða tikið inn afturat.” (Januar í ár í KVF).

Ætlanin er í tráð við tað, sum serfrøðin mælir til, herundir:
Búskaparráðið hevur í temafrágreiðing í ár sum ovasta tilmæli, at farið verður í gongd alt fyri eitt at útbúgva fleiri fólk fyri at tryggja størri arbeiðsmegi
Altjóða gransking seinastu 40 árini vísir sera stóra týdningin av, at smá børn hava góðar pedagogiskar uppvakstrarumstøður, og at tað er ómetaliga dýrt at bøta um seinni
Sum viðmerking til fíggjarlógaruppskotið stendur, at “nærri greiningar skulu gerast, so støða kann takast til, um ein serstøk útbúgving í barnagarðsnámsfrøði skal skipast, ið lesandi síðani kunnu takast upp til”. Veruleikin í løtuni er, at Setrið er klárt at taka inn námsfrøðilesandi.

Støðan við vantandi yrkisføri á dagstovnaøkinum er álvarslig, og økið hevur alt ov leingi verið lágt raðfest, millum annað við alt ov fáum námsfrøðingum í dagstovnum.

Námsfrøðiligi førleikin og kunnleikin hjá starvsfólkunum er týdningarmesti tátturin at skapa innihald og trivnað hjá børnum, og fyri at røkka endamálinum í dagstovnalógini um at menna og menta børnini á fullgóðan hátt. Dagstovnalógin staðfestir eisini hendan týdning við at áseta, at í minsta lagi 2/3 av starvsfólkunum skulu vera námsfrøðingar. Ein staðfesting, sum í nógvum føroyskum stovnum er ógvuliga langt frá veruleikanum.

Hildur Patursson, forkvinna í Dagstovnaráðnum: “Í løtuni ræður javnan eitt ávíst ráðaloysi í dagstovnunum. Vit eru heppin at hava nógv fitt ungfólk at hjálpa til, men tað skerst ikki burtur, at skulu vit sum frá líður veita børnum tað tilboð, sum tey hava rætt til og laða undir fortreytir fyri  at tey kunnu trívast og mennast, so má útbúgving til.”

Dagstovnaráðið hevur ilt við at skilja, at lyftið um at taka ein eyka flokk inn nú í januar 2022 ikki sæst aftur í fíggjarlógaruppskotinum. Vit heita staðiliga á mentamálaráðharran at halda fast í hugburði sínum fyri fáum mánaðum síðani, og at bera so í bandi, at eyka flokkur við námsfrøðingalesandi verður við í fíggjarlógini komandi ár. Eru ongar ætlanir um hetta, loyva vit okkum at spyrja: Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í mentamálum at byrgja fyri vantandi yrkisførinum á dagstovnaøkinum?

Dagstovnaráðið
Hildur Patursson, forkvinna
Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari fyri námsfrøðingaútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum
Ivonna Johansen, námslektari í námsvísindum og ph.d. lesandi á Fróðskaparsetrinum
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum
Julianna Næs, námsfrøðingur og varaleiðari
Edda Hjartvarsdóttir, námsfrøðingur
Fróði Jacobsen, samskiftisfólk á Landssjúkrahúsinum, umboðar Javnstøðunevndina
Óli Rubeksen, leiðari fyri SSP

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo