Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í heimatænastuni í Tórshavnar Kommunu arbeiðir eitt vælvirkandi og samansjóðað toymi av starvsfólkum, ið røkja nakrar av týdningarmiklastu uppgávunum í okkara samfelagi.

Hetta vælvirkandi toymið er við at fara í upploysn, tí arbeiðsgevarin hevur sett kílar ímillum og tikið ein starvsbólk burturúr, ið skal taka sær av reingerðini hjá borgarunum frameftir.

Sum skilst, er hetta uppskotið komið frá umsitingini, tí reingerðartænastan var vorðin ov kostnaðarmikil og tískil valdi mann at finna eina bíligari loysn og flyta uppgávuna til røktarstarvsfólkini.

Røktarstarvsfólkini hava greitt givið til kennar yvirfyri arbeiðsgevaranum, at tey ikki vilja gera reint aftrat røktarstarvinum.

Hetta er eitt greitt afturstig fyri hesi hjálparfólkini, sum Heilsuhjálparafelagið hevur arbeitt fyri við hond og fót, at hesi kunnu fara at lesa til heilsuhjálpara og samstundis fáa løn. Men nú fáa tey eina gólvskrubbu og spann í hond frá arbeiðsgevaranum ístaðin.

Lurtið eftir hesum starvsfólkum, tey hava eina rødd, sum tey hava brúkt, til at takka nei!

Við teimum álvarsligu rekrutteringstrupulleikum vit hava á umsorganarøkinum, er hetta eitt sjálvmál av teimum grovu, at fara at tvinga nakað ígjøgnum, sum starvsfólkini ikki vilja.

Latið tænastuna ið borgararnir fáa í Tórshavnar Kommunu, ikki bert vera uppgávustýrda vid fysiskum uppgávum. Menniskjað hevur ikki bert fysiskar tørvir. Um tad er avlopstíð hjá hesum starvsfólkum, gagnnýtið hana so øðrvísi, sum t.d at fara ein gongutúr, lesa upp tíðindir og annað, ið gevur lívinum hjá hesum borgarum innihald.

Starvsfólkini vilja heldur viðvirka til menning, eitt nú rehabilitering, sum ger fakið og starvið áhugavert, pluss at tað gagnar okkara gomlu.

Eg fari sum forkvinna fyri heilsuhjálparar og hjálparfólk, at heita inniliga á Eldranevndina, um at taka ta røttu avgerðina týsdagin, fyri bæði starvsfólk og borgarar.

Takk fyri.

Mary Antonsdóttir,
forkvinna,
Heilsuhjálparafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo