Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skjótt eru 3 vikur farnar um bak, síðani semingsmaðurin gavst við royndum sínum at fáa semju millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og fíggjarmálaráðið.

Síðani tá er arbeiðsførleikin spakuliga tikin undan sjúkrahúsverkinum, uttan tó at landsstýriskvinnan á økinum, sambart miðlasamrøðum í dag, tykjast hava varnast ógvusliga vandan, sum liggur í hesum. Vandan fyri dagsins sjúklingar, vandan fyri tey, hvørs bíðitíð við sjúku økist dag um dag og ikki minst vandan fyri framtíðini á heilsuøki okkara.

At semingsmaðurin ikki megnaði at fá semju millum partarnar, merkir ikki at landsstýriskvinnan kann seta seg hendur í favn og bíða, til okkurt hendir av sær sjálvum.

At landsstýriskvinnan ikki heldurs seg megna at gjalda ta upphædd, sum hon metir at krøvini hjá fakfeløgunum fara at kosta, merkir heldur ikki, at hon hevur fingið ein rætt til at ganga og bíða, til okkurt hendir av sær sjálvum.

At landsstýriskvinnan heldur krøv Sjúkrarøktarfrøðinganna vera órealistisk og nógv ov høg, merkir heldur ikki, at hon hevur fingið heimild at bíða, til okkurt hendir av sær sjálvum.

Eitt landsstýrisfólk er av Løgtinginum sett til at røkja Føroyar í bæði góðum og minni góðum tíðum. Og tað gerst ikki við at sita hendur í favn og tosa við journalistar! Hesar, sum av áhuga, og eftirhondini óivað eisini tí teir øtast, royna at spyrja eftir loysnum.

Miðflokkurin heitir tí á Landsstýriskvinnuna um at fara til verka, tí bert í dialogi við sjúkrarøktarfrøðingarnar kann harmuliga og skjótt vandafulla støðan á arbeiðsmarknaðinum loysast. Um hetta ikki hendir, má Føroya Løgmaður taka yvir og loysa hetta fyri Føroyar og føroyingar sera vandamikla mál.

Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana,
løgtinglimir Miðfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo