Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seti í gildi somu løgtingslóg sum bleiv sett í gildi tann 15. apríl 2016, við smávegis broytingum.

Løgtingslóg nr 30 2016. Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum.

Og tað er serligani §7. stk 2 sum er so ljóandi:

Gjaldið fyri kvotur keyptar á uppboðssølu, kann ikki dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.

Hetta kundi verði soljóðandi: Øll almen ásett veiðu avgjøld og gjaldið fyri kvotur keyptar á uppboðssølu, kunnu ikki dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.

Tann 13. septembur 2022 bleiv dómur feldur í Eystara Landsrætti, har Fiskimálaráðið fekk viðhald í at Fiskimálaráðið hevði loyvi at seta lóg í gildi sum nevnt omanfyri.

Nú fyriliggur eitt ítøkuligt uppskot til hoyringar:

Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (dagføring av gjøldum, veiðigjald fyri lodnu og heystgýtandi sild og strikan av undantaki fyri heimaflotan)

Føroya Skipara-& Navigatørfelag hevur fingið ætlaða uppskotið til hoyringar og hetta fer FSN at gera viðmerkingar til.

Les meira her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo