Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri stuttum varð áheitanin niðanfyri send landsstýrismanninum í heilsumálum.

Síðan tá er støðan broytt á tann hátt, at val er skrivað út.

Alzheimerfelagið loyvir sær tí at senda teimum flokkum, sum stilla upp á komandi løgtingsvali, áheitanina við ynski og vón um, at hugsað verður um okkara allarveikastu borgarar, nú farið verður undir at leggja fíggjarætlanina fyri komandi ár til rættis.    

Nú eru 7 ár liðin, síðan Føroyar fingu Demensætlanina: “Gloymsk-men ikki gloymd 2015”, og er hon hornasteinurin í demensætlanini.

Men vit mugu staðfesta, at enn eru bara 2,47 demenssamskiparar settir í starv, og sostatt tørvar okkum framvegis 2,8 samskiparar.

Søguliga gongdin er, at í desembur 2015 játtaði landsstýrið 200.000,00 krónur á fíggjarlógini fyri 2016, og síðan er játtanin økt eitt sindur hvørt ár og hevur verið 600.000,00 krónur okkurt árið.

Játtanin fer øll til demenssamskiparar, sum eru bulurin, um vit skulu fáa einar demensvinarligar Føroyar og sostatt koma longur fram á leið.

Seinastu 3 árini er játtanin einki økt, og tað er spell. Hevði sitandi landsstýri t.d. havt økt játtanina við 500.000,00 krónur árliga, vóru vit næstan komin á mál.

Tað eru ikki øll lond, ið hava eina tílíka demensætlan, og Alzheimerfelagið fegnast um, at Føroyar eru so frammalaga á hesum økinum.

Í demensætlanini er nágreiniliga orðað, hvørji tiltøk neyðugt er at seta í verk fyri, at vit kunnu kalla okkum eitt demensvinarligt samfelag. Fyrsta stigið er at seta 5,3 demenssamskiparar til alt landið, og teir skulu vera á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum. Hesir samskiparar skulu vera sjálvt undirstøðukervið á demensøkinum, og teir skulu vera millumliðið ímillum Demensklinikkina og eldraøkið í kommununum. Fyri borgarar undir 67 ár eru samskipararnir eisini millumliðið millum Demensklinikkina og Almannaverkið.

Eysturoyggin, Norðoyggjar, Norðurstreymoy, Vágoyggin og Sundalagið umframt borgarar undir 67 ár fáa tænastur frá einum demenssamskipara, men í Suðurstreymoy, í Sandoynni og í Suðuroynni er enn eingin demenssamskipari. Tað merkir tað sama sum, at enn vanta 2,8 samskiparar. Tá ið teir eru settur í starv, er málið rokkið. Tað fer at kosta landskassanum árliga á leið 600.000,00 krónur fyri hvørt ásverkið ella upp ímóti 2 milliónum krónum til samans. (Øll ætlanin liggur um 3 milliónir krónur til samans um árið).

Alzheimerfelagið heitir tí staðiliga á landsstýrismannin í heilsumálum um at bera so í bandi, at hesin peningurin verður útvegaður á fíggjarlógini komandi ár fyri at fullfíggja fyrsta stigið í demensætlanini. Á tann hátt kunnu fólk við demensi og avvarðandi teirra fáa eins tilboð um tænastur frá demenssamskipanini – sama hvar í landinum tey búgva, og hvønn aldursbólk tey hoyra til.

 Alzheimerfelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo