Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri næstan einum hálvum ári síðani, var tann stóri dagurin, tá ið Eysturoyartunnilin lat upp fyri ferðslu. Ein ótrúliga prýðilig, stórfingin og glæsilig verkætlan, sum er væl úr hondum greidd, og sum allar føroyingar kunnu fegnast um.

Fyri okkum í Eysturoynni var hetta møguliga størsta framstig nakrantíð. Hetta kom at geva okkum óendaligar møguleikar bæði til vinnulig áhugamál og hjá einstaklingum.

Óendaligar møguleikar
Vinnulívið kundi stytta munandi um flutningstíðina, umframt at staðbundni marknaðurin vaks munandi.

Hjá einstaklingum kom øll frítíðar- og handils tilboðini í høvuðsstaðnum munandi nærri. Men størstan fyrimunin fingu fólk, ið ferðast dagliga langa leið millum bústað og arbeiðspláss, sum hvønn einasta dag, í øllum veðri, koyra allan vegin til Tórshavn til arbeiðis. Øll hesi fólkini spardu nú 1 til 1,5 tíma hvønn dag í koyring. Hendan tíðin kom nú allari familjuni til góðar.

Verður ikki brúkt fult út
Hetta ljóðar sum ein sólskinssøga, ella ævintýr. Men tíverri so verður hendan framúrskarandi, og størsta íløgan í Føroyska samferðsluøkið nakrantíð, ikki brúkt fult út.

Tað syrgiliga í hesum ævintýrinum er, at teir heilt stóru vinnarnir; vinnulívi og einstaklingar sum ferðast dagliga - ikki í nóg stóran mun brúka tunnilin.

Ein stórur partur av vinnulívinum brúkar ikki tunnilin – tí prísurin er ov høgur, og rættiliga nógv fólk sum ferðast dagliga brúka heldur ikki tunnilin, tí tað hvørki er ein avsláttrar skipan ella komin nøkur útmelding um, hvussu verður við ferða stuðlinum.

Vit øll bíða
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, gav lyfti um í februar at koma við ítøkiligum boðum um hesi viðurskifti, men enn er einki hent. Stjórin fyri Eysturoyartunlinum hevur boðað almenninginum frá, at hann bíðar við at gera tillagingar í prísinum til hann hevur frætt frá landsstýrismanninum.

Vit øll bíða – vit øll ótolnast. Tolið er uppi, og tí vilja vit við hesum heita á landsstýrismannin í fíggjarmálum, og stjóran í Eysturoyartunlinum, um sum skjótast, at koma við neyðugum greiningum í kostnaðinum í mun til givin lyftir. So at hendan sólskinssøgan framhaldandi verður ein sólskinssøga.

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo