Nú haruárið er enda ber til at staðfesta, at 6.890 harur við vissu eru skotnar.
Men helst er talið nakað størri, tí ikki allir hagarnir hava skrásett veiðuna.
Á haran.fo hevur Eyðfinn Magnussen farnu árini skrásett og granskað føroyka haruveiðu.
- Reyðu hagarnir á kortinum hava enn ikki skrásett nakra veiðu. Eg fari tí at heita á teir um at skráseta seinastu tølini, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um haruveiðan í Føroyum í 2020, sigur Eyðfinn.
Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni “Haran.fo”.
brúkaranavnið er hs og loyniorðið login, sigur Eyðfinn, sum leggur afturat, at harumenn eru vælkomnir at ringja til hann á telefon 265831.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo