Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ongantíð hevur tilgongdin verið so stór til útgreining hjá bæði barna- og ungdómspsykiatriini umframt vaksinpsykiatriini, og bíðilistarnir eru um at eksplodera.

Nú ber av, og vit krevja, at landsins leiðsla setur neyðugu pengarnir av og fær bíðilistan burtur!

Ein støða, ið gongur aftur og aftur er tann, vit fingu í fyrr í vikuni, har ein mamma ringir grátandi at siga frá, at 11 ára gamla barnið seinastu 5-6 árini hevur verið knýtt at Sernámi.

Ráðgevingin frá Sernámi hevur lítið hjálpt, og nú barnið trívist verri og verri og vil illa í skúla, fær hon viðmælt at fara til kommunulækna at fáa ávísing til barna og ungdómspsykiatriina.

Mamman er í villareiði, tí hon fær samstundis at vita, at barnið kann koma at bíða upp í 2 ár. Mamman knekkar, tí tað megnar hvørki barnið ella familjan.

Mamman spyr, um tað ikki ber til at kæra málið, tí hon heldur, at tað er ikki í lagið, at barnið ikki hevur fingið røttu hjálpina fyrr.

Felagið fer nú at royna at kæra, tí við vitanini vit hava í dag um týdningin av skjótari hjálp, kann man spyrja, um tað er forsvarligt at hava eina skipan, sum útsetir og forhindrar barninum at fáa røttu diagnosuna í fleiri ár?

– Hevur barnið ikki rætt til at fáa diagnosu og hjálp í góðari tíð?

– Eitt er víst, og tað er, at skipanin riggar ikki í dag, og tað kunnu vit ikki bjóða okkara børnum!

Nýggj vitan innan psykiatri og nýggjar viðgerðir gera, at til ber at hjálpa bæði børnum og vaksnum við ADHD/ADD nógv betri í dag enn fyrr.

Gransking vísir, at heili 50-65% av teimum, ið fáa staðfest ADHD/ADD sum børn, lúka ikki kritieriuni fyri ADHD, tá tey eru vaksin. Tað merkir, at viðgerðin, tillagingar og amboðini tey hava fingið, hjálpa so mikið, at tey hava eitt vanligt lív.

Tí eigur tíðliga hjálp at verða ein rættur!

Vit kunnu ikki standa longur og hyggja, ímeðan ein partur av okkara børnum dettur niður í millum. Eisini vaksin hava fingið vón um, at tað ber til at fáa eitt gott lív, uttan tankamyldur, orkuloysi, tung tíðarskeið, misnýtslu og impulsivar handlingar, ið kosta dýrt.

Tað er sunt og natúrligt at ynskja sær eitt gott lív, tá man er vaksin við ADHD/ADD.

Eisini foreldur at børnum við ADHD/ADD ynskja børnunum eitt gott lív og mugu handla uppá mistrivnað hjá børnunum og finna sær hjálp.

Tíverri riggar skipanin, vit hava í dag ikki. Úrslitið er, at tað eru alt alt ov nógv børn, sum ikki fáa tíðliga hjálp. Vaksandi bíðilistarnir eru symptomir uppá eina skipan, ið ikki riggar.

Tíðliga hjálp er altavgerandi fyri útlitini hjá barninum at fáa góð barnaár og eitt sjálvbjargið virkið vaksnalív.

Tí er tað altumráðandi, at avvarðandi mynduleikar og politikarar taka ábyrgd og fáa øll, ið varða av børnunum at samstarva um eina haldbara loysn, tað verði seg kommunur, psykiatri, Sernám, Gigni og okkum áhugafeløg.

– Í dag er veruleikin tann, at øll renna undan ábyrgd, og tí leingjast bíðilistarnir. Taparnir eru børnini.

Minnast skal á at tey, ið koma á bíðilistan hjá Barna- og ungdómspsykiatriini í flestu førum longu hava bíðað í fleiri ár, og eru sera illa fyri, tá tey koma á listan! Tí er langa bíðitíðin bæði óúthaldandi og óakseptabul.

Takið nú ábyrgd og setið inn!

ADHD Felagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo