Á mortansmessu, 11. November, rundaði Jóannes Dalsgarð – Jóannes á Húsalánsgrunninum – tey áttati.
Og satt at siga: Hvør skuldi trúð tí?
Tá ið vit hitta hann eins lættan á sporinum og altíð?
Tá ið vit síggja hann eins virknan og altíð í sjálvbodnum arbeiði fyri tjóðskaparrørsluna, feløg og trivnaðarátøk í samfelagnum?
Tá ið vit hoyra hansara íblástur, hugskot og hugsjónir, og kenna hansara brennandi hjarta fyri einum frælsum og samhaldsføstum Føroyum?
Og tá ið hann er so lítið broyttur í útsjónd? Ja, hann sær út sum tá ið hann rann á hondbóltsvøllinum sum spælari ella dómari fyri 40 árum síðani. Nú ofta við einum golfkubba úti á Glyvursnesi.
---
Jóannes er føddur í Havn, tá ið seinni veraldarbardagi brast á. Foreldrini, Ólavur Dalsgarð av Velbastað og Dinna f. Gudmundsen úr Sandavági, hittust í Havn. Fyrstu barnárini vóru við Rættará, har bretskir hermenn, Skipasmiðjan og lívið í Vágsbotni myndaðu gerandisdagin. Seinni setti familjan búgv á Argjum beint eftir bardagalok.
Orsakað av krígnum, búleikaðist Jóannes vesturi hjá ommuni og abbanum í Sandavági ein stóran part av barnaárunum, har hann eisini fekk prestsins hond á høvdið.
Eftir tað, flutti Jóannes aftur til Suðurstreym og út á Argir til foreldrini. Hann fór í læru í Havn hjá Valdemar Lützen. Og í Suðurstreymi hevur hann síðani havt sítt heim, sítt stóra virki og sín stóra kærleika.
Jóannes legði ástir saman við Guðruna við Høgadalsá, og tey giftust í 1963. Guðrun og Jóannes eiga trý børn: Óluvu, Brand og Rúnu, og ommu- og abbabørnini eru seks í tali.
Jóannes fór at starvast saman við verfaðirinum, Hanusi við Høgadalsá, sum m.a. reiddi út Tungufoss, Ólav Hvíta og Boðanes.
---
Á skrivstovuni hjá Hanusi fekk hann ábyrgdina av at arbeiða við tí nýstovnaða Húsalánsgrunninum: Eitt hjartamál hjá Tjóðveldisflokkinum, ið loksins varða samtykt í 1963 og skuldi tryggja vanligum føroyingum tak yvir høvdið.
Hetta gjørdist lívsstarvið hjá Jóannesi. Hann hevur sostatt í meira enn 40 ár arbeitt fyri at geva fólki kring alt landið møguleikan at seta føtur undir egið borð. Og tað hevur havt ein ómetaligan týdning fyri fleiri ættarlið og menningina í føroyska samfelagnum.
Húsalánsgrunnurin hevur verið amboðið, ið hevur givið verkafólki og fólki við lágum og miðalinntøkum egnan bústað – og at hús hava verið bygd úti um landið.
Eisini var Húsalánsgrunnurin undir leiðslu Jóannesar ein tann týdningarmesti luturin í at bjarga meira enn 2000 húskjum undan at missa hús og heim undir kreppuni í 90-unum, tá ið danska Fíggjareftirlitið frá degi til dags niðurskrivaði virðið á sethúsum við eini helvt.
Hevði Húsalánsgrunnurin politiskt fingið møguleikan og fígging at gjørt upp aftur meira, so kundu fleiri familjur og hús verið bjargað tá. Talan var jú um ein sorgarleik: Føroyar vórðu settar undir umsiting, og tann føroyski skattgjaldarin varð álagdur at bjarga og rinda alla rokningina fyri húsagangin hjá teimum føroysku bankunum. Kortini mistu nógvar familjur hús og heim og fluttu av landinum.
Saman við stýri og starvsfólkum á Húsalánsgrunninum hevur Jóannes eisini støðugt skotið upp at útvega fjølbroyttar bústaðarmøguleikar við luta- og leiguíbúðum kring landið – tættir, sum nú mong ár seinni fara at gerast veruleiki, men sum ikki vunnu undirtøku tá.
---
Eins og Jóannes í sínum lívsstarvi hevur stríðst fyri at fólk í landinum kunnu seta føtur undir egið borð, so hevur hann í politikki og samfelagsviðurskiftum strevast fyri, at føroyingar sum tjóð skulu seta føtur undir egið borð.
Hann er brennandi og íðin tjóðveldismaður, og hevur sum formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag í mong ár og sum aðalstjórnarformaður í Tjóðveldisflokkinum savnað og gingið undan í øllum lutum.
Kreppuárini í nítiárunum stóð hann sum drangur í brimi og fekk saman við øðrum hugsjónarfólki kring landið bygt flokkin, felagsskapin og tey politisku málini upp, hóast truplar umstøður.
Hann hevur altíð akslað ábyrgd, og hevur átikið sær truplar uppgávur og funnið semjur, tá ið á stendur. Ikki sjáldan hevur hann verið semingsmaður millum okkum politisku høvuðkambar og fingið okkum at hava málini fyri eygað – um eina frælsa tjóð í heiminum við frælsi til alt fólkið í einum samhaldsføstum samfelag.
Og tað ger hann enn sum áður. Jóannes hevur heilt serstøk evnir at savna fólk, seta gongd á, geva íblástur og at fáa fólk at lyfta í felag í sjálvbodnum arbeiði.
---
Sjálvboðið arbeiði í felagsskapi hevur myndað alt frítíðarvirksemi hjá Jóannesi. Sum ungur fór hann upp í Losjuna í Havn og var umvegis Losjuna millum tey fremstu at byggja hondbóltsfelagið Kyndil upp.
Hann hevur verið formaður og nevndarlimur í Kyndli í mong harrans ár, samstundis sum hann spældi og var dómari. Hann var millum undangongufólkini í samstarvi millum ítróttarfeløg í Havn at fáa bygt ítróttarhøllina á Hálsi og Gundadalshøllina.
Hann var við til at fáa ítróttarfeløgini í Havn at vinna inntøkur burturúr ólavsøkuni. Hann tók saman við øðrum góðum kyndilsfólki stig til at fáa útlendskar venjarar til Føroya í hondbólti (eitt nú Igor Kmec úr táverandi Kekkoslovakia, sum lyfti føroyskan hondbólt á hægri stig) og at fara út í heim at spæla við Kyndli.
Hann hevur eisini her skapt trivnað, felagsskap og møguleikar hjá teimum mongu – og ment okkum til tess at gerast javnsett fólk í heiminum.
---
Umframt hevur Jóannes røkt mong onnur álitisstørv. Millum annað í valstýrinum í Suðurstreymi, har hann val eftir val hevur verið fastur maður í ítróttarhøllini á Hálsi (ið hann sjálvur var við til at byggja), skipað fyri og talt atkvøður til frama fyri fólkaræðið.
Og nú hann er farin um tey áttati, er hann framvegis eins virkin. Í Golffelagnum at útvega fleiri møguleika at spæla golf í Føroyum. Í Eigarafelagnum á Berjabrekku 2, hagar hann og Guðrun fluttu av Hálsi, og síðani hava búleikast.
Sambandið til upphavið í Sandavági hevur verið hildið fast, og saman við systkjum hjá Jóannesi hava tey varðveitt húsini hjá ommuni og abbanum í Sandavági.
Kærleikin millum hann og Guðruna er eins sterkur og altíð. Guðrun gjørdist sjúk fyri nøkrum árum síðani, ið hevur givið henni nakrar kropsligar avbjóðingar, men á Berjabrekku er hjartarúmdin og trivnaðurin í hásæti hjá familjuni.
---
Vit í Tjóðveldi senda tær, Jóannes, allar okkara fremstu kvøður og takkir fyri tað megnar- og ósjálvsøkna arbeiðið, ið tú hevur gjørt og gert fyri land, tjóð, fólk, flokk, feløg og felagsskap.
Ein ómetaliga áhaldin og avhildin undangongumaður ert tú í øllum lutum.
Við tíni fyrimynd og tíni rødd í oyranum, halda vit treystliga leiðina fram at stovnseta føroyska tjóðveldið, har vit kunnu samstarva við allan heim, og har allir føroyingar hava somu samfelagsrættindi og samfelagsskydur.
Vit ynskja tær, Guðruni og allari familjuni til lukku við tínum runda degi – og vóna og vænta okkum nógv gott samstarv og góðar løtur í komandi árum.
Vegna Tjóðveldi
Høgni Hoydal
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo