Agape Føroyar: Dan Månsson frá Agape Danmark kemur til Føroya fyrst í juni 2024 og fer at halda tveir áhugaverdar fyrilestrar.
Mikudagin 5. juni kl. 20.00 verður fyrilestur í Lívdini í Hoyvík, har evni er: Hjúnarbandið, avbjóðingar, freistingar v.m.
Leygardagin 8. juni kl. 17.00 verður fyrilestur í KFUM & K í Klaksvík, har evni er: At vera foreldur hjá tannáringum
Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Høvi verður eisini at tosa saman og fáa sær ein drekkamunn.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Agape Føroyar varð stovnað í 1988 og arbeiðir í tøttum samstarvið við Agape Danmark.
Endamálið hjá Agape er at veita hjálp og íblástur til lívið, við at gera kirkjuligt sosialt arbeiði – diakoni.
Virðisgrundarlagið hjá Agape er tann kristna lívs- og menniskjaáskoðanin.Hettar merkir, at vit síggja tað einstaka menniskja sum virðismikið, unikt og við rætti og frælsi til at ráða yvir sínum egna lívið. Vit ynskja at møta øllum menniskjum við okkara virðum sum eru: Nærvera, ærligheit og virðing.
Agape er tað grikska orðið fyri kærleika. Orðið Agape verður brúkt nógvar staðir í Nýggja Testamenti um Guðs kærleika: t.d. um at Guð elskar heimin og at menniskja skal elska sín næsta – næstakærleika.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo