Í grein á heimasíðuni fríggjadagin afturvísir Vinnuhúsið einari grein hjá Frihedsbrevet um millum annað lønirnar hjá flogternum.
Vinnuhúsið vil vera við, at uppteljingin, sum Frihedsbrevet hevur gjørt, er skeiv. Orsøkin til ta niðurstøðuna er, at flogternur fáa eina fasta grundløn og so fáa tey eisini eitt blokkískoyti, sum er ein serlig viðbót fyri hvønn tíma á flog.
Niðurstøðan í greiningararbeiði hjá Frihedsbrevet er, at Súlan - tað er fakfelagið hjá flogternum - liggur niðast, tá ið tað ræður um sáttmálatryggjaða grundløn.
Vinnuhúsið vil vera við, at greiningararbeiði er skeivt, tí blokkískoyti ikki er roknað við.
Niðurstøðan hjá Vinnuhúsinum er tó ikki í tráð við veruleikan.
Fyri at kunna samanbera lønir tvørtur um fakfeløg og vinnugreinar, er neyðugt at samanbera tað, sum tú kanst samanbera. Í hesum førinum er greiningararbeiði gjørt út frá galdandi sáttmálum, og er sett upp í sáttmálatryggjaða løn hjá starvsbólkum.
Tað vil siga, at tá vit samanbera flogternur og flogskiparar, so er tað sáttmálatryggjaða grundlønin, sum vit samanbera. Tað er ikki talt við, um nú Atlantsflog velur at rinda einum serliga dugnaligum flogskipara meira enn, hvat sáttmálin ásetur. Og tað er heldur ikki talt við, um fakbólkar fáa ískoyti í serligum støðum. T.d. um pedagogar fáa ískoyti fyri vera náttarvaktir, journalistar fyri vertsarbeiði ella flogternur fyri flogtímar.
Tí tá ið flogternurnar ikki flúgva, fáa tær ikki blokkískoyti. Tí er tað skiftandi frá mánaði til mánað og tí er tað ikki eins hjá øllum.
Hóast ein pedagogur arbeiðir náttararbeiði eina, ber ikki til at koma til tað niðurstøðu, at pedagogarbeiði er eitt serliga vællønt starv, hóast tað kanska er tað fyri tey, sum bara arbeiða skeivar tíðir. Hóast ein Dagur og viku vertur fær serligt ískoyti hvørja ferð, viðkomandi er á skýggjanum, so ber ikki til at siga, at lønin hjá journalistum er tilsvarandi høg.
Og tað er tað sama hjá flogternum, flogskiparum og øllum øðrum starvsbólkum, sum vit hava við í okkara greiningararbeiði.
Vinnuhúsið hevur rætt í, at blokkískoyti er eina ávísa upphædd í miðal hvønn mánað - tað hava vit nú eisini víst á í greinini.
Vit hava valt at gera hesa greinina ókeypis, so hon kann lesast her:
70.000 krónur um mánaðin á muni millum starvsfelagar: “Góðu ferðafólk, vælkomin til lágløn” - https://frihedsbrevet.fo/70-000-kronur-um-manadin-a-muni-millum-starvsfelagar-godu-ferdafolk-vaelkomin-til-laglon/
Barbara Holm,
Ábyrgdarstjóri, Frihedsbrevet.fo
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo