Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í oddagreinini hjá Vikuskiftisblaðnum verður nógv gjørt burturúr at viðgera komandi stórhøllina í Havn, men ístaðin fyri at viðgera málið um stórhøllina, er oddagreinin ein viðgerð av mínum persóni, hvat eg fati, og hvat eg átti at vita, og hvat eg átti havt gjørt, og ikki minst hvat man hevði forvæntað av mær sum fólkaflokskvinnu. Skilji ikki hví tað ikki ber til at viðgera substansin í einum máli heldur enn meg sum persón.

Tað er ongin loyna, at tað loypti kvøkk á meg og so mong onnur, at sitandi býráð herfyri hevði steðgað langhylinum í Havn og undirritað eina endurgjaldsavtalu við byggifyritøkuna, sum byggir langhylin uppá 400 tús kr um mánaðin í eitt ár og 15 mió. í endurgjaldi fyri at steðga langhylsverkætlanini heilt. Endamálið var at steðga landhylinum fyri at finna fígging til komandi stórhøllina í Hoyvík. Roynt var at sáa iva um verkætlanina við manglandi brúsuumstøðum, atkomu fyri rørslutarnað v.m. sum øll vita onki hald hevði í veruleikanum. Lukkutíð varð hendan ætlanin at steðga langhylinum slept, og arbeitt verður nú víðari við langhylinum, og sum eg eri ómetaliga glað fyri.

Í oddagreinini í Vikuskiftisblaðnum, sum er at lesa á portal.fo, verða mínir fyrispurningar á tingi um fíggingina og mátan man vil byggja stórhøllina uppá mett sum eitt aftursvar til skarnsgerðina, meirilutin hevði í hyggju at gera við langhylin í Havn. Lat tað vera púra greitt, at hetta uppáhald hevur als onki við veruleikan at gera yvirhøvur, men reinar persónligar og politiskar spekulatiónir hjá greinaskrivaranum. Eg eri fyri eini stórhøll í Havn, eg dugi at síggja ómetaliga nógvar ítróttarligir og vinnuligir fyrimunir við, at vit fáa eina stórhøll í Føroyum, bæði í mun til at vit kunnu hava landsdystir innan flest allar ítróttargreinir, og at vit harumframt kunnu hava ráðstevnur, konsertir vm., sum kann hava jaligar avleiðingar fyri okkara ferðavinnu, í hesum sambandi eina burðardygga vinnuferðavinnu. Sannleikin er tann, at undirritaða byrjaði hetta arbeiðið í undanfarnu býráðssetu, og tey sum fylgja við í politikki hava eisini bæði sæð og hoyrt meg tosa um hesa verkætlan, sum eitur Føroya arena.

Men tað merkir ikki, at vit skulu leggja vit og skil á hillina og skúgva landsins lógir og reglur til viks! Tað merkir ikki, at vit ikki kunnu seta spurnartekin við mannagongdir og tilgongdina til eina verkætlan. Eg havi ómetaliga stóra viðring fyri okkara vinnulívi og vinnulívsfólkum, og vil til eina og hvørja tið hava, at vit skipa teimum so góðar, rættvísar og tryggar karmar sum yvirhøvur gjørligt. Eg eri IKKI forsprákari fyri EINARI fyritøku, eg eri heldur IKKI forsprákari fyri EINUM vinnulívsmanni, men eg eri forsprákari fyri einari javnbjóðis kapping í okkara vínnulívi, har øll vinnan fær javnbjóðis møguleikar at bjóða uppá tær íløgur, vit sum land og sum kommunur bjóða út. At Tórshavnar kommuna umvegis eitt sjálvsogarfelag ætlar at seta av 108 mió av skattaborgarans peningi, uttan at hetta verður bjóðað út, er í mínum hugaheimi tilstandir, sum vit í okkara parti av heiminum als ikki eiga at góðtaka. Hví viðger oddagreinin í vikuskiftisblaðnum ikki hetta álvarsmálið ístaðin fyri mín persón ? hví kunnu vit ikki gera tingini orduligt ? hví kunnu vit ikki bjóða verkætlanina út, so vit tryggja javnbjóðis kapping, so vit fáa tryggjað okkum rætta prísin, røttu góðskuna og harvið eisini vera við til at tryggja kappingarføri í vinnuni ?

Hin spurningurin er tann fíggjarligi spurningurin, at verkætlanin skal fíggjast via eitt sjálvsognarfelag, og at ynski er at fíggja verkætanina uttanfyri fíggjarætlanina hjá kommununi. Sjálvandi seti eg spurnartekin við hetta, tí hetta er rættiliga prinsipielt og fer at kollvelta allan tann kommunala geiran, tí ber hetta til, so vera aðrar íløgur hjá kommununum í framtíðini fíggjaðar uttanfyri fíggjarætlanina fyri at sleppa undan kommunalu álíkningini og lániloftinum hjá kommununum. Er hetta ikki reelt at spyrja um? Àtti oddagreinin í Vikuskiftisblaðnum ikki heldur at viðgjørt hendan spurningin heldur enn mín persón og sáa iva um mínar intentióni ?

Eg vóni, at stórhøllin gerst veruleiki, og vil eisini virka fyri, at vit kunna finna eina skilagóða loysn, men lat okkum gera tingini rætt og orduligt, lat okkum fylgja landsins lógum og mannagongdum og tryggja okkum fíggjarligt skynsemi og gjøgnumskygni ella heldur alt uppat.

Annika Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo