Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Stjórin í Vinnuhúsinum hevur í lesarabrævi 29. Okt 2024 aftursvar til mítt lesarabræv, og tað skal hann verða vælkomin til.

Haldi tó ikki,at hann svarar  uppá mín pástand!

Hví stjórin meinar at ávísar fyritøkur skula straffast, og møguliga ofrast fyri, at fáa kabalina at ganga upp, er torført at skilja.

Tvískattaavtalur: Hví gera slíkar,tá mann ikki virðir tær avtalur sum liggja til grund fyri hesum avtalum? Og hví gongur Vinnuhúsið á odda fyri at “bróta”hesar? Um tað verðuliga skal broytast, so átti tað at verið broytt við lóg, heldur enn bara”lirka” eina kunngerð í gjøgnunm! Haldi annars, at rekkjufylgjan er skeiv! Um lønarskatturin skal lækkast, eigur tað at gerast fyrst,og síðani kann hyggjast uppá alt annað.Um tað var gjørt,mistu hesir persónar ikki so nógv við broytingini.

Hettar er ein gráin tøkk til teir og tey sum brutu upp úr nýggjum í ringastu tíð,tá føroyska samfelagið mestsum lá  í andaleypi.Fyritøkur funnu aðrar marknaðir at lívbjarga sær á, men helst hevur onkur ilt í einum vissum likamsparti av,at hesar fyritøkur framvegis eru til,og sera høgt í metum uttanlanda! Hví straffa hesar fyritøkur nú?

At vinstarflokkarnir nú eisini eru farnir at lata seg brúka, og renna ørindir fyri Vinnuhúsið, ger bara støðuna meiri óforstáðiliga,men so vita vit tað!

Lækking: Stjórin í Vinnuhúsinum mann vita líka val sum øll onnur,at føroyski lønarskatturin valla verður lækkaður nakað nevnivert, tað hevur søgan víst okkum,so tað kann ein skjóta ein píl eftir, men kanska hann sjálvur stillar upp í politikki, fyri at fremja hesar lækkingar!

Starvsfólkatørvur:  Kanning hjá vinnuhúsinum vísir,sambært stjóranum,at tað í løtini mangla uml 270-350 starvsfólk á føroyska arbeiðsmarknaðinum! Hvussu hongur tað saman við,at uml 250 til 300 eru fulltíðar arbeiðsleys og 300 til 400 er rakt av arbeiðsloysi og eru m.a. í Als skipanini,har sum arbeiðsgevarar eisini eru umboðaðir í stýrinum?

Annars eru vit púra samdir í,at tamarhald eigur at fáast við almennu útreiðslunum,men her er nokk ikki semja um hvussu! Eg vísti í míni viðmerking á,at stóru aktørarnir gjalda ov lítið til felagskassan,og áttu at rinda munandi meir!! Hettar svarar stjórin als ikki uppá, tí má ein ganga út frá, at hann er samdur við mínum sjónarmiði.

FAS: Eitt sum eg ikki nevndi var FAS skipanin sum heild!Hvussu ber tað til at útlendsk reiðaríðir velja føroysku FAS skipanina fram um aðrar,at skráseta síni skip í? Kann tað hugsast,at  hinar skipaninar ikki eru líka lukrativar sum FAS, eins og fleiri aðrar skipanir í FO!

Nei Niels, tú veitst eisini sjálvur innast inni, at tað eru nógvir aðrir knøttar at stilla uppá,heldir enn at fara eftir teimun “fáu”, sum starvast uttanlanda,báði á landi og sjógvi og sum skaffa nógva valuta og vitan til okkara samfelag.

Eli Brimsvík,formaður
Havnar Handverkarafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo