Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Rokni ikki við at míni evnir røkka til at sannføra Hermann um, hvat er rangt og rætt. Tað er ikki tí, hettar brævið kemur. Vildi fegin sloppið undan at skriva brævið, men ein kann illa geva ósannindum møguleikan at standa, tí bert hettar eina svarið til Hermann.

Má staðfesta at tað er hugvekjandi at lesa speirekandi orðalagið og tónan, ja, í ávísan mun vanæruligt (nýføroyskt: niðurgerandi). Tað er sum at fáa eitt afturhvarv frá 70’inum og 80’inum, áðrenn tíðina við politiskum siðsemi (politisk korrekthed). Ein verður næstan nostalgiskur og minnist aftur í tíð, har skribentar hunddálka hvønn annan við einum lesarabrævi fyri og øðrum eftir, til mikið undirhald fyri summi.

Júst hettar orðalagið og hesin tónin, má vera ein ábending um, at mítt fyrra brævið hevði eitt fakligt íkast, sum illa ber til at avvísa. Sjálvandi tá tú tekur hædd fyri einum heilum samfelag, eru fleiri atlit at taka og einki er fullrætt, og tí er ein ávísur sannleiki í flest øllum sjónarmiðum eisini í onkrum hjá Hermann.

Ávirkar skattir og avgjøld íløguhugin?
Skal ikki troytta lesaran við fullari endurtøku úr fyrru grein míni. Greinin í sær sjálvum var ivaleysa long og grundað. Tað eru hóast alt nógv onnur enn undirritaði, ið halda at samband er millum skattir, avgjøld og hvussu nógvar íløgur verða gjørdar. Rokni  ikki við at hvørki undirritaði ella Hermann - sum hava slitið skógvar okkara her á klettunum - kunnu meta okkum við persónar og greinaskrivarar, sum eg vísti til í fyrru grein míni. Vit taka í aftur eitt dømi:

“Ragnar Tveterås og Bård Misund ved Universitetet i Stavanger forsker på grunnrenteskatt i fiskeri- og havbruksnæringen.

– Blir skatten satt for høyt, kan det presse næringen over mot landbasert oppdrett, mot oppdrett utenfor fjordene og mot andre land uten slike avgifter. Dette blir en vanskelig avveining. Grunnrenteskatt på havbruk kan trigge utflagging av havbruk til kystlokaliteter og landanlegg i andre land, som Chile, USA og Kina, sier professor Tveterås ved Universitetet i Stavanger til Dagens Næringsliv, og understreker at faren for utflagging er reell.”

 “En ny særskatt kan ha en fundamental og vidtrekkende påvirkning på oppdrettsnæringens videre vekst og fremtid i Norge. Det er nødvendig å analysere grunnlaget for, og konsekvenser og vridningseffekter av en ny særskatt i havbruksnæringen. Det er godt dokumentert i litteraturen at vridende skatter kan føre til redusert investering og vekst, både i økonomien generelt, og på selskapsnivå (Nerlove et al., 1993; Auerbach, 2002; Gordon og Hines, 2002; Hasset og Hubbard, 2002; Hines, 2007; Djankov et al., 2009; Federici og Parisi, 2015).”

Við øðrum orðum, líkamikið hvussu Hermann lýsir meg, tá má eg bara staðfesta, at meira virdir persónar enn vit báðir halda nakað tað sama sum undirritaði, um sambandið millum íløgur og skattir.

Skattligar avskrivingnar á 130% í Skotlandi
Hermann rør framundir, at eg skal hava “kvøðið hálva vísu” um skattaviðurskiftini í Skotlandi. Hettar er ikki rætt. Skattligu avskrivingnar eg nevndi á 130% fyri Skotland eru galdandi í 3 ár og eru viðtiknar av Skotsku stjórnini - líkamikið hvat Hermann heldur uppá. Til samanberingar kann sigast at vit her hjá okkum ikki hava gjørt nakað serstakt fyri at fáa fleiri íløgur eftir ella í sambandi við korronu, sum fleiri onnur lond.

Havi enntá givið Hermanni tilfarið, tá hann spurdi, so hann kundi kanna tað fult og heilt. Í fyrru grein míni vóru eisini fleiri leinkjur og tilvísingar soleiðis at lesarin sjálvur kundi leita fram vitan og tryggja sær, at hugsan mín ikki er tikin úr leysum lofti. Endamálið við fyrru greinini var ikki at hótta ella ræða nakran, bert at geva eitt fakligt íkast og vísa á eitt ítøkiligt dømi um, at tá ein fyritøka fremur íløgu, tekur hon hædd fyri skatti og avgjøldum. Er skattur lægri í einum stað, so verður úrslitið - alt annað líka - hareftir. Hettar er so líkamikið hvat Hermann so velur at brúka av lýsingarorðum um undirritaða.

Hevur politiska skipanin tikið yvir og valt síni umboð í Búskaparráðið?
Hermann harmast um valið av sitandi Búskaparráði, og leggur upp til, at tað er politiska skipanin, sum hevur tikið yvir og valt síni umboð. Hermann gloymir at skriva at tað er stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum innstillar 10 fólk til Búskaparráðið, ikki politiska skipanin. Politiska skipanin kann bert velja ímillum hesi 10 - ikki onnur. Hartil kemur at stýrið fyri Setrið er sett saman av 7 limum har politiska skipanin velur 4, starvsfólkini velja 2 og tey lesandi velja 1. Av teimum 4 sum politiska skipanin hevur valt eru 2 frá lærdu háskúlum uttanlands. Hettar merkir  við øðrum orðum, at í minsta føri eru 5 av 7 limum í stýrinum fyri Setrið ikki  knýtt at ella tengd at sitandi politiska meiriluta. Tað ber soleiðis illa til at siga, at hettar er eitt politisk sett stýrið fyri Setrið. Henda konspiratión teoriin hjá Herman heldur líka lítið, sum annað í brævi hansara. Harmiligt at Hermann gerst so firtin at hann dregur stýrið fyri Setrið inní málið. Stýrið á Setrinum er sett saman av skikkaðum fólki úr fleiri londum. Hermann ger stýrinum órætt. Tað sum eg og (vónandi) Hermann tó kunnu fegnast um er, at vit her á okkara leiðum hava skiftandi val, bæði til stýrið fyri Setrið og fólkavald annars. Í mun til fleiri onnur, hava vit eitt virkandi demokrati. Kanska onkur annar verður valdur næstu ferð?

Røkir ein áhugamálini hjá teimum fáu?
Í sama brotið har stýrið fyri Setrið verður viðgjørt verður lagt upp til at ein rennur ørindi fyri tey fáu. Haldi at henda partin fari eg at lata liggja. Ein kann neyvan meta fullgott um ein sjálvan. Tá skeiðið er runnið og lívsins heystið kemur, tá kunna onnur meta um, hvørt ein var góður við samfelagið, sum eg eri ein virkin partur av ella bert góður fyri tey fáu.

Haldi at tey, sum hava verið til framløgur hjá undirritaða í samband við uppgávuna í Búskaparráðnum, hava sæð, at ein roynd verður gjørd at tala søkina hjá teimum flestu, ikki teimum fáu og ikki sitandi valdið.

Tilfeingisgjaldið má verða eftirmett og allarhelst stillast (uppeftir)
Hevur ein ikki lisið fyrru grein mína og bert tað sum Hermann hevur skrivað, situr ein kanska eftir við tí fatan, at fyrra grein mín kemur fram til, at alivinnan ikki orkar at rinda meira enn hon rindar í dag. Hettar er beinleiðis skeivt. Tað er ótrúligt at hettar uppáhald verður ført fram - aftur og aftur - ja kanska fer tað at hepnast at fáa fólk at trúgva, at tað er tað, sum varð skrivað og ført fram. Tað, ið eg havi ført fram aftur og aftur er, at tilfeingisgjaldið má verða eftirmett og allarhelst stillast av nýggjum (uppeftir). Men tað, sum eg eisini havi ført fram er, at tað er neyðugt at finna røttu javnvágina og ikki gera sum Hermann heldur, at tað er møguligt at innkrevja nærum óendaligt í tilfeingisgjaldi, uttan at hettar fær neiliga ávirkan.

Havast skal eisini í huga at møguligar útrokningar av tilfeingisrentu muga byggja á eitthvørt, sum eru veruleikakent td. veruleikakendar útreiðslur og kapitla apparat. Meira útgreinað. Hvussu nógv er meirvirði av at seta 500g smolt á sjógv heldur enn 150g smolt, tvs. virðisøking ið ikki kemur frá náttúruni, men frá íløgum? Hvat eru veruligar og rímiligar lønir til manningar umborð á skipum?

Bert náttúrutilfeingið orsøk til góðu gongdina?
Hermann kemur onkursvegna fram til, at dugnasemi einki hevur at siga. Tað er bert náttúrutilfeingið, sum fólkini, ið umsita hettar, hava fingið ov bíligt, sum er orsøkin til góðu gongdina. Tá talan er um virkir, sum eru í beinleiðis altjóða kapping við onnur virkir (sum alifyritøkurnar jú eru) har summi útlendsk virkir enntá hava lægri avgjøld og skattir enn tær føroysku, tá ber illa til at skilja hvussu Hermann kemur til hesa niðurstøðu. Kann bert staðfesta at hettar byggir ikki á nakað fakligt, men heldur væntandi virðing fyri hesum parti av okkara samfelag. Hesir virkir og persónar hava til dømis gjørt íløgur fyri fleiri milliardir krónur, fyri at fáa smoltið frá 150g til 500g, áðrenn smoltið verður sett á sjógv. Bert ein av hesum alistøðunum á landi kostar meira enn Glasir at byggja.

Høgt gjald er vegurin fram tað vísa norskar royndir?
Hermann vísir til norsku skattaskipanina sum eitt dømi, har eitt høgt gjald er vegurin fram. Eisini í hesum dømi er Hermann ov grunnur, kemur við hálvum sannleikum fyri at tala sína søk. Tað er rætt at vinningur av oljuni verður skattaður hart, men Hermann gloymir hinvegin, at í Norra tekur staturin váðan at leita eftir olju. Borar felagið turt, fær felagið upphæddina, sum felagið hevur brúkt, kontant afturbornað, - tvs. ikki sum frádráttur í møguligum framtíðar vinningi. Tað at fáa útgoldið peningin heldur enn frádráttir av møguligum framtíðar vinningi, hevur alt at siga fyri eitt lutfalsliga lítið felag, sum ikki frammanundan hevur ein rakstur við yvirskoti, og hartil kanska hevur eitt veikt gjaldføri. Tí er skipanin góð fyri váðafýsni og íløguhugin. Orsøkin til hesa skipan er eitt ynski um at fáa íløgur fyri at skapar búskaparvøkstur, sum gevur arbeiðspláss og vælferð. Hettar er ein skilagóð skipan. Tá staturin tekur váðan, má fyritøkan sjálvandi rinda høgan skatt, um íløgan hepnast. Nakað fyri nakað.

Taka vit norsku alivinnuna so hevur Norra eina skattaskipan, ið ikki kann samanberast beinleiðis við okkara. Tann norski skatturin fyri alifyritøkur liggur tó ikki langt frá tí føroyska, tá samanum kemur. Er tað onkur sum ynskir at kanna og samanbera ymiskar skattaskipanir innan aling, so er ein samanumtøka á hesari leinkju (KPMG LAW):  trýst her

Hartil vísi eg í seinastu grein míni at professarar við lærda háskúlan við Stavanger eru samdir við mær, tá talan er um íløgur í alivinnu í Norra og avgjøld á vinnuna. Í fyrru grein míni eru fleiri keldur og tilvísingar, tí er ikki neyðugt at koman við teimum her.

Høvuðsboðskapurin hjá professorunum í Stavanger, er millum annað, at skattaskipanin við atliti til alivinnuna (t.e. tann hátturin sum skatturin verður kravdur inn) kann hava ávirkan á íløguhugin í alivinnuni. T.d. váði og væntað avkast kann vera ymiskt av íløgum í verandi/kend øki og tøkni, og í nýggj øki og tøkni. Um alt verður skattað eins, kann ein skeiv innrættað skattaskipan gera væntaða avkastað í íløgur í eitt nú nýggja tøkni negativt, og íløgurnar verða ikki framdar.

Stuðul?
Onkursvegna klárar Hermann at fáa blanda stuðul uppí sína grein, har hann umrøður skriv mítt. Hvar og hvussu hann fær stuðul inn í greinina, dugi eg ikki at meta um. Kann bert staðfesta, at mín grein á ongan hátt setir fram ynskir um stuðul av nøkrum slag.

Skal at endans fegnast um at Hermann framvegis vísir okkum, sum stríðast her í Føroyum, áhuga.

Fróði Magnussen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo