Røða, sum borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen flutti fram í kvøld, tá ið tónleikurin í Runavíkar kommununu varð fagnaður í Løkshøll.
Í seinasta sálminum í Bíbliuni verður tikið soleiðis til: “Halleluja! Lovið Guði í halgidómi hans, lovið honum í hans veldiga himnahválvi! Lovið honum fyri veldisverk hans, lovið honum eftir veldiga stórleika hans! Lovið honum við ljóði av lúðrum, lovið honum við hørpu og saltri! Lovið honum við bumbum og dansi, lovið honum við streingjaleiki og floytu! Lovið honum við ljómandi skálabumbum, lovið honum við hvøllum skálabumbum! Alt, ið andadrátt hevur, Harranum lovi! Halleluja!”
Elstu ljóðførini, sum higartil eru funnin, verða mett at vera 35 túsund ára gomul. M.a. ein floyta evnað til av øðrum veinginum á einum rægammi. Professarin Nicholas Conard frá Lærda Háskúlanum í Tübingen heldur, at hendan floytan ber prógv um, at skapanarevni menniskjans eru væl eldri enn higartil hildið.
Í klaverbeinkinum inni á Langanesi liggur ein á leið seksti ára gomul blokkfloyta. Millum fólk vóru ikki nógv ljóðføri um tað mundið, harmonikur sløddust í onkrum húsum, kanska onkur guitari og onkur hissini urga. Tá morgunsangur var við Gøtugjógv, gingu vit úr gamla skúlanum (1890) niðan í gangin í nýggja skúlanum (1929). Fyrstilærarin Jákup Simonsen leikti undir á fiól – violin. Eitt nýbrot í høvdinum á einum seks ára gomlum dreingi. Komin út á Glyvrar at búgva, nakað fram í 2. flokk, sat Jenny Danielsen fyri tað nógva við urguna í fimleikarhøllini, táið morgunsangur var, men sangtímunum tók ein ungur lambamaður sær av í eini lutfalsliga nýggjari sangstovu.
Tað eru rættiligar rembingarstundir eystaru megin við Skálafjørðin frá miðskeiðis í fimtiárunum og væl fram í sekstiárini. Niels Pauli í Heimistovu kemur við gitna býarplaninum, og Glyvra skúli verður bygdur. Fólk og vinna flyta til, og ungir framsóknir kennarar geva nýggja skúlanum eitt revolutionert snið. Burturúr hesum kemur frálæra á høgum stigi, avís, fimleikur, annar ítróttur og ikki minst sangur. Ein rættilig bráðpanna.
Í hesum kveiki gekk ein ungur lambamaður undan, - Símun Nónklett. Sum lítil smádrongur, heima við hús í heimbygdini, hevði hann staðið undir vegginum á gomlu bóndahúsunum Heima við Hús og hoyrt onkran leika á eitt ljóðføri, sum hann av góðum grundum ikki kendi. Seinri fann hann útav, at tað var ein sonur í húsinum, Jóhan, seinri yvirlærari á Toftum, sum leikti á fiól, tað var jú obligatoriskt á Føroya Læraraskúla at læra at spæla uppá. Eftir ferming var hann til skips við ferðamannaskipinum Tjaldur, og táið teir lógu á Havnini, gekk hann til privata klaverfrálæru hjá frú Mortensen uppi í Degns húsi. Seinri fekk hann frálæru á Læraraskúlanum og uttanlands. Tað kom økinum væl við, at hann kom heimaftur.
Blokkfloytan gjørdist grundinstrumentið, og longu í 4. flokki mannaðu vit eitt barnakór, sum sang til jólahátíðina í skúlanum. Eg rósu upp sá næla var ein av sálmunum, sum harvið gjørdist mín favorittur higartil dags. Og tað fór av sonnum at næla í musiska urtagarðinum. Nes Sóknar Musikkfelag varð stovnað í 1963, fyrst og fremst Símun Nónklett og Zakarias Leitisstein tóku stigið, teir somu sum árið fyri saman við øðrum høvdu fingið skipan í hornblásturin. Hornorkestrið hevur verið og er ein gáva til økið, spælt verður til allar hátíðarløtur, og tað er ikki komið fyri, at tey ikki hava verið tøk, tá kommunan hevur havt brúk fyri teimum at seta dám á eina serliga løtu, - hesi seinastu árini við Ken Jones sum dirigenti. Kór Glyvra Kirkju varð stovnað í 1969. Upprunaliga var ætlanin, at kórlimirnir skuldu stuðla sálmasanginum niður í skipið og fram í kór av svalanum á loftinum. Ambitiónirnar vóru kortini væl størri enn hetta. Símun gekk á odda, og mong onnur tóku stór tøk, táið kórið longu fyri jól í 1972 gav út LP´plátuna Kirkjutónar og aftur fyri jól árið eftir kom LP´plátan Í Advent. Jónsvein Mikkelsen, eisini trúgvur sum trøllið í hornorkestrinum, loysti í styttri tíðarmálum Símun av sum kórleiðari í kórinum. Seinri hava Símun Hammer og nú í eitt drúgt áramál pastorurin Meinhard Bjartalíð stjórnað kórinum.
Nú var fyrsti kórleiðarin kendur sum stórur perfektionistur, og upptøkurnar, sum Janus Mohr stóð fyri, kundu gerast drúgvar. Ofta var sami sálmur sungin fleiri ferðir, áðrenn hann kundi transformerast yvir á eina plátu. So, einaferð, var hildið, at ljómurin var so góður, at hetta fór at vera endaliga upptøkan, men miðskeiðis í øðrum ørindi jarmar ein ær handan kirkjumúrarnar norðanfyri, og tað kundi kórleiðarin av góðum grundum ikki standa modell til. Tá segðist, at Janus, sum var komin allan vegin úr Hoyvíkini við mjólkarbátinum, gjørdist rísin og hevði bestan hugin at kasta alt frá sær.
Tráanin upp í hægri musiskar hæddir var at kalla markleys, og í 1977 var tað ein stór sensatión, táið Nes Sóknar Musikkfelag, Tórshavnar Musikkskúli og Tonika og kirkjukórið framførdu stórverkið Messias eftir Georg Friedrich Händel og seinri aftur framførdu tey saman við øðrum Messa í ófriðartíð eftir Joseph Haydn. Í samrøðu við Dagblaðið hin 31. januar 1979 sigur Símun: “Teir gomlu komponistarnir hava ivaleyst ikki ætlað tónleik teirra bert til tey professionellu, men eisini til amatørar, tí vóru vit ikki bangin fyri at fara undir eitt stórt verk. Allíkavæl skulu vit kenna okkara mark.”
Um tað mundið, táið alt hetta hendir, skrivaði Símun foreldrunum at skúlabørnum her umleiðir eitt bræv, ið var soljóðandi: “Tygum hava møguleikan at lata barn/børn tygara taka lut í musikkundirvísing musikkfelagsins. Endamálið er:
1. At menna musikalskar gávur.
2. At skapa grundarlag fyri samarbeiði í bólkum og orkestri.
3. Og harvið hjálpa næmingunum áleiðis til gott frítíðarítriv.”
Undirtøkan var góð, og okkurt árið vóru 160 børn teknað til blokkfloytuspæl, ikki hissini í mun til fólkatalið í økinum um hesa tíð. Strembanin tók bara dik á seg, og í 1974 skrivaði Símun Nónklett soleiðis í einum brævi til Runavíkar kommunu: ”Eg vil, at hetta skal halda áfram og vaksa, so vit við tí góðu undirtøku, sum vísir seg at vera, fáa nógv spælandi og syngjandi fólk. Vit eiga at miða fram ímóti einum symfoniorkestri – amatørorkestri sjálvsagt.” Símun leiddi eisini kórini Tonika og Eystankórið. Sjálvur hevur hann eisini sungið nógv, m.a. til útvarpsupptøkur, og hann hevur eisini verið partur av Føroya Symfoniorkestri. Vit eru fleiri sum vita, at hann eisini fæst við at tekna og mála málningar, og tey flestu hava helst hoyrt, at tað var hann sum gjørdi standmyndina av seyðamanninum og hundi hansara úti við Toftavatn.
Til skemtanar kann eg leggja afturat, at kórleiðarar eru ymiskir av lyndi og hava ymisk krøv til sínar sangarar. Meskavíddin kann vera ymisk. Sjálvur hevði eg ongan trupulleika við at gerast partur av barnakórinum í 60´árunum, sum tenorur, og heldur ikki var nøkur forðing sett upp fyri at gerast partur av Eystankórinum sum bassur hjá Símuni. Annað var lagið, táið eg eftir áratíggju á heimshøvunum royndi at gerast basssangari í Kóri Glyvra Kirkju undir leiðslu hansara Meinhard Bjartalíð. Hann var ræddur fyri, at støðuga roykingin, og harvið javni árennandi hostin, fóru at oyðileggja harmoni´in í framførslunum. Tað er skjótt, at ein skrólandi og disharmoniskur hani, í einum samljómandi høsnarhúsi, kann oyðileggja alt fyri øll. Í trý ár lá eg í einari kórkuvøsu – eini inkubatiónstíð – tilgerðartíð – og til endans kom so nógv trýst á pastorin úr Árnafirði, at hann mátti royna eina millumrokning. Kravið var, at bara vit báðir skuldu halda leiðina oman í kirkjuna, og har skuldi hann leika á klaverið, meðan eg skuldi syngja Nú hvítna tindar á tamb. Kom eitt einasta hark ella host frá mær í hesari tilrenning, varð eg diskvalifiseraður. Eg stóð royndina, - eisini tí standi eg her.
Eysturoyar Dansifelag var stovnað í 1969, og nógv tey seinastu árini hevur felagið hildið til í húsunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í Heiðunum. Tað legst støðugt til við ungum kvøðarum og dansarum, og tey fara at sýna okkum nøkur dansispøl til hetta høvið. Annars vann felagið spurnarkappingina í Útvarpinum í vetur ímóti øðrum dansifeløgum í Føroyum.
Tað er nakað fráliðið síðan hugskotið í mentanarviku´regi kom í, at fagna tónleikinum um hesi svæði, og einaferð vit bæði Urd tosaðu við Símun, kom hann við hugskotinum, at allar bygdirnar í kommununi áttu at fingið hendan eina kjansin at syngja í einum kommunukóri. Tankin var kanska meiri kollektivur enn musiskur. Men hinvegin: Hvør fuglur syngur við sínum nevi.
Tað eru nógvar aðrar fasettir í tónleikalívinum í Runavíkar kommunu, skráin í kvøld var tað, sum vit fingu rúm fyri hesaferð, og tað skal vera mín vón, at tað framhaldandi fer at vera bygt omaná tað stórverk sum fleiri av teimum nevndu, og mong onnur, hava framt tónleikinum til frama í Runavíkar kommunu.
Tøkkin er mín – heiðurin er tykkara.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo