Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Klárt var at telva ovast á Finsen í gjárkvøldið, men lykladysturin millum Havnina og Klaksvík er útsettur á øðrum sinni

Klárt var at telva ovast á Finsen í gjárkvøldið, men lykladysturin millum Havnina og Klaksvík er útsettur á øðrum sinni

Klárt var at telva ovast á Finsen í gjárkvøldið, men lykladysturin millum Havnina og Klaksvík er útsettur á øðrum sinni

Talvsambandið: Tað gongur seint at fáa avgreitt útsettu dystirnar í í 1. deild í landskappingini í talvi. 

Dysturin í 4. umfari millum Havnina og Klaksvík stendur enn í hálvum gekki. Hann varð upprunaliga útsettur frá 12. november til 7. desember, tí føroyska talvlandsliðið kappaðist uttanlands, men er nú útsettur á øðrum sinni. Hesaferð er orsøkin mannfall á báðum síðum vegna influensu og aðrar umfarssjúkur, sum hava jóladagar í hesum tíðum. 

Havnarmenn og klaksvíkingar avráddu tí í gjár eina gentleman-agreement um, at teir bíða, til allir eru nóg birgir, so at liðini eru fullmannað til dystin. Gongst sum ætlað, verður telvað í komandi viku, væntandi týskvøldið ella hóskvøldið. Dysturin er avgerandi fyri, hvørt Sandavágur ella Havnin verður oddalið í jólasteðginum. Í løtuni er Sandavágur nummar eitt, Havnin nummar tvey og Klaksvík nummar trý.

Dystirnir í fimta umfari í landskappingini í talvi verða beint eftir nýggjár.

Magnus er heimsins besti
Tó at 33 ára gamli norðmaðurin Magnus Carlsen ikki longur leggur í at telva um almenna HM-heitið í standardtalvi fyri einstaklingar, er hann framvegis heimsins besti telvari.

Tað verður staðfest í nýggjasta styrkilistanum hjá altjóða talvsambandinum FIDE, sum var kunngjørdur 1. desember. Magnus er í løtuni einasti telvari í heiminum, sum er omanfyri 2800 í rating. Núverandi heimsmeistarin, Liren Ding úr Kina, er nummar fýra. Hin HM-finalisturin, Ian Nepomniachtchi úr Russlandi, er nummar fimm.

Roknað upp á lond, er USA landið við sterkastu telvarunum. India er nummar tvey, Russland nummar 3, Kina nummar fýra og Aserbadsjan nummar fimm. Tá er miðaltalið á fremstu tjúgu telvarunum í hvørjum landi brúkt sum grundarlag.

Topp 10 í heiminum
1. GM Magnus Carlsen (NOREG) 2830
2. GM Fabiano Caruana (USA) 2794
3. GM Hikaru Nakamura (USA) 2788
4. GM Liren Ding (KINA) 2780
5. GM Ian Nepomniachtchi (RUSSLAND) 2771
6. GM Alireza Firouzja (FRAKLAND) 2763
7. GM Anish Giri (HOLLAND) 2754
8. GM Wesley So (USA) 2752
9. GM Sergej Karjakin (RUSSLAND) 2750
10. GM Viswanathan Anand (India) 2748

Helgi í topp-15
Einasti føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, telist millum teir fremstu í norðurlondum.

Norra er fremsta norðurlendska talvtjóðin - nummar 16 á FIDE-listanum yvir fremstu talvtjóðir, Svøríki er nummar 27, Danmark 35, Ísland 45, Finnland 53 og Føroyar nummar 73. Í alt eru 200 lond skrásett hjá altjóða talvsamgonguni.

Útlendsk nøvn eru farin at síggjast aftur á norðurlendska yvirlitinum. Kríggið í Ukraina ger sítt. Platon Galperin er ukraini, sum hevur sett seg niður í Svøríki, og Evgeny Romanov er farin úr Russlandi til Noregs.

Annars er at siga, at blaðungi Elham Amar úr Noreg hevur hægsta styrkitalið í heiminum av telvarum, sum ikki eru stórmeistarar. 

Leggjast kann aftrat, at nummar 20 á norðurlendska listanum, er 72 ára gamli fyrrverandi svenski stórtelvarin Ulf Andersson. Hann var í síni tíð í topp 10 í heiminum, og sat á 1. borði á sonevnda heimsliðnum í dystinum millum Sovjetsamveldið og Heimsliðið í London í 1984. 

Topp 20 í norðurlondum
1. GM Magnus Carlsen (NOREG) 2830
2. GM Nils Grandelius (SVØRÍKI) 2673
3. GM Jonas Buhl Bjerre (DANMARK) 2638
4. GM Aryan Tari (NOREG) 2623
5. GM Mads Andersen (DANMARK) 2618
6. GM Johan-Sebastian Christiansen (NOREG) 2618
7. GM Jon Ludvig Hammer (NOREG) 2612
8. GM Ferdinand Hellers (SVØRÍKI) 2595
9. GM Timo Nyback (FINNLAND) 2574
10. GM Simen Agdestein (NOREG) 2568
11. GM Platon Galperin (SVØRÍKI) 2566
12. GM Evgeny Romanov (NOREG) 2561
13. IM Elham Amar (NOREG) 2555
14. GM Evgeni Agrest (SVØRÍKI) 2553
15. GM Helgi Dam Ziska (FØROYAR) 2550
16. GM Hjørvar Steinn Gretarssson (ÍSLAND) 2530
17. GM Jesper Søndergaard Thybo (DANMARK) 2526
18. GM Toivo Keinanen (FINNLAND) 2522
19. GM Erik Blomqvist (SVØRÍKI) 2521
20. GM Ulf Andersson (SVØRÍKI) 2518

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo