Tvær ferðir í dystinum var Manchester United á odda, men í 95. minutti skoraði Dominic Calvert-Lewin fyri Everton til endaliga úrslitið 3-3.
Manchester United var á odda 2-0 í hálvleikinum og helt seg hava tryggjað sær sigurin, men upp á tríggjar minuttir tíðliga í seinna hálvleiki gjørdist 2-0 til 2-2.
Manchester United tók so leiðsluna aftur við Scott McTominay, men í seinasta álopinum í yvirtíðini í dystinum javnaði Dominic Calvert-Lewin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo