Aftur í ár verður skipað fyri útigudstænastu á ovara vølli í Gundadali 2. hvítusunnudag klokkan 11.00.
Prestarnir í Suðurstreymi skipa fyri gudstænastuni. Havnar hornorkestur og GHM spæla. Kórið úr Gøtu kirkju luttekur.
Kirkjukaffi verður eftir gudstænastuna í Badmintonhøllini, har øll eru vælkomin. Eisini verður okkurt gott til børnini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo